Búmerkið hjá felagnum

Um EVF.

Eitt áhugafelag

Eysturoyar Vinnulí­vsfelag er eitt áhugafelag. Endamálið við felagnum er at geva vinnulí­vsfólki í­ oynni høvi at møtast regluliga, og fáa í­blástur og stuðul frá hvørjum øðrum.

Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir. Umframt aðalfundin, verður skipað fyri einum sonevndum Vinnutingi 3 frí­ggjadagar um árið. Hetta er eitt forum, har vinnulí­vsfólk í­ Eysturoy hittast til prát og fyrilestrar um eitthvørt viðkomandi aktuelt evni. 

Í mars mánaða hvørt ár, verður skipað fyri Árligum EVF fundi, sum hevur verið høvuðstiltakið hjá felagnum, sí­ðan tað varð stovnað í­ 2002. Vinnufundurin verður skipaður sum ein ráðstevna við nøkrum áhugaverdum fyrilestrahaldarum.

Hví eitt vinnulívsfelag?

Vit trúgva at betri netverkan, vitanardeiling og vinnulig forum eru mennandi bæði fyri starvsfólk og leiðslu á fyritøkum.

Eysturoyar Vinnulívsfelag hevur sum mál at deila vitan, vinnuroyndir og at skapa menning og nýhugsan gjøgnum tey átøk, sum felagið samskipar.