Um EVF.
Eitt áhugafelag
Eysturoyar Vinnulívsfelag er eitt áhugafelag. Endamálið við felagnum er at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum.
Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir. Umframt aðalfundin, verður skipað fyri einum sonevndum Vinnutingi 3 fríggjadagar um árið. Hetta er eitt forum, har vinnulívsfólk í Eysturoy hittast til prát og fyrilestrar um eitthvørt viðkomandi aktuelt evni.
Í mars mánaða hvørt ár, verður skipað fyri Árligum EVF fundi, sum hevur verið høvuðstiltakið hjá felagnum, síðan tað varð stovnað í 2002. Vinnufundurin verður skipaður sum ein ráðstevna við nøkrum áhugaverdum fyrilestrahaldarum.
Hví eitt vinnulívsfelag?
Vit trúgva at betri netverkan, vitanardeiling og vinnulig forum eru mennandi bæði fyri starvsfólk og leiðslu á fyritøkum.
Eysturoyar Vinnulívsfelag hevur sum mál at deila vitan, vinnuroyndir og at skapa menning og nýhugsan gjøgnum tey átøk, sum felagið samskipar.