Búmerkið hjá felagnum

Limaskapur.

Hvør kann verða limur í Eysturoyar Vinnulívsfelag?

EVF er fyri øll sjálvstøðu vinnurekandi og privatar fyritøkur annars. Limagjaldið er tað sama óansæð stødd á felagnum.

Umframt vinnuligu fyritøkurnar, kunnu kommunur og havnir eisini verða limir í EVF. Hetta samtykti nevndin í 2011, eftir at áhugin fyri limaskapi í felagnum vísti seg at vera sera stórur.

Sum navnið leggur upp til, er felagið ætlað vinnurekandi í Eysturoynni. Hetta merkir at øll, sum reka vinnu í Eysturoynni, kunnu gerast limir í felagnum. Feløg uttanfyri Eysturoynna, men sum hava deild í oynni, kunnu eisini gerast limir.