Tiltøk.
EVF skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið.
Tey føstu afturvendandi tiltøkini eru hesi:
Aðalfundur
Vanliga í januar mánaða. Limafyritøka í EVF er vertur.
Árligi EVF Fundurin
Politikkarar og vinnan í Eysturoy hittast til framløgur og kjak. Vanliga er ein kommuna í Eysturoynni vertur fyri árliga vinnufundinum.
Vinnuting
Hesi eru 1 ferð um kvartalið, og verða tí hildin 4 ferðir árliga. Vinnutingini verða altíð hildin fríggjadagar seinnaparta 15.00 - 16.30. Til hesi tiltøk er ein limafyritøka í EVF altíð vertur.
Limir í EVF hava ókeypis atgongd til hesi føstu afturvendandi tiltøk.
EVF kann eisini skipa fyri øðrum tiltøkum, sum felagið metir verða áhugaverd at skipa fyri. Eitt dømi um slíkt tiltak er ráðstevnan um flatskatt, har felagið hevði fingið Estiska fíggjarmálaráðharran til Føroyar at tosað um evnið. Hetta tiltakið varð hildið í 2011, og var allarhelst ein viðvirkandi orsøk til nýggju føroysku skattaskipanina, sum seinni sá dagsins ljós.