Formansfrágreiðing fyri árið 2025.
Sum løgd fram á aðalfundinum á Vaðhon 14. apríl 2026
Góðu tit øll, vælkomin og takk fyri at tit eru so røsk at møta til tiltøkini hjá okkum.
Eg skal við hesum greiða frá virkseminum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag í 2025.
Eins og undanfarin ár, so hava vit haft fleiri væleydnaði tiltøk á skránni og vit hava eisini fingið onkrar nýggjar limir – í felagnum eru gott 130 fyritøkur sum er 3 fleiri enn í 2024.
Vit byrjaðu 31 mars við aðalfundi í hølunum hjá GroAqua á Kambsdali. Øll í nevndini, uttan Eli Lassen tóku við afturvali. Fyri Eli Lassen kom Jógvan Gregersen í nevndina. Harumfram bleiv Súni Justinussen nývaldur sum varalimur. Nevndin skipaði seg soleiðis:
Harumfram blivur John Eli Olsen og Jens Martin Knudsen blivu afturvaldir til Faroexpo stýrið
John Petersen, virkandi stjóri á GroAqua greidd frá virkseminum hjá felagnum, og teirra menningarátøkum komandi árini. Ein ógvuliga áhugaverd fyritøka, við stórum ætlnanum fyri framman, har fokusøkið er at tryggja vøkstur hjá alifiski gjøgnum góðar skipanir.
Eftir sjálvan aðalfundin vóru tvær áhugaverdar framløgur á skránni:
Eftir hetta legði Bergur Poulsen fram formansfrágreiðingina fyri árið 2024. Ongar viðmerkingar vóru til frágreiðingina og varð hon einmælt góðkend. Víst verður til formansfrágreiðingina, sum liggur fyri seg sjálva á heimasíðuni.
2. mai hýsti KODIO Vinnutingið í Bygdahúsinum á Sttrondum
Jógvan Óli á Fríðriksmørk, stjóri í Strandamáling greiddi frá søguni hjá Strandamáling, og um felagið í dag og frameftir.
Jaspur Langaard legið fram vegna KODIO. Hann hevði fokus á Fjølbroytta KT virksemið hjá Kodio, sum hevur verið í stórum vøkstri seinnu árini.
22. mai var Ráðstevna hildin í samband við Faroexpo 2025
Evnið á ráðstevnuni var: Fríhandil og Altjóða avtalur – hvørjum bíða vit eftir.
Høvuðsrøðarar á ráðstevnuni vóru Knut Magnussen frá DNB í Norra, Niels Winther úr Vinnuhúsinum, Dr. Tórheðin Joensen – Varðin og Páll Gregersen PRG.
Umframt at lýsa evnið við fyrilestrum, var eisini pallborðsoraðaskifti, har Súni Justinussen og Páll Gregersen luttóku saman við Sirið Stenberg landsstýrismanni í uttanikismálum.
Ráðstevnan setti eygsjón á tær fáu fríhandilsavtalurnar, sum Føroyar hava samanborið við tey lond, sum okkara vinnulív kappast við. Víst varð á, at ongar týðandi fríhandilsavtalur hava verið gjørdar í sera nógv ár, og at virkaðar vørur eru ógvuliga truplar at útflyta.
24. Oktober, hýsti Eysturkommuna vinnutingið saman við EVF
Høvuðsevnið varð: Hvør ansar eftir leiðaranum tá harðast leikar á.
Helgi Rasmussen gav eina bók út í um hetta evnið um tað mundi, og hevði tí eina framløgu um hetta á hesum vinnutinginum.
Harumframt greiddi stjórin í Kreton í Eysturoynni frá, hvussu tað er verða leiðari/stjóri á bygd. Hetta innleggið varð skipað sum ein samrøða við leiðsluna á Kreton og formannin í EVF.
Vit kunnu tí siga at virkisleiðsa var høvuðsevnið á hesum sera viðkomandi Vinnutinginum.
------
Vert er eisini at vísa á, at á heimasíðuni hjá EVF ber til at lesa um øll tiltøkini, sum hava verið hildin, har ein stuttur samandráttur eisini er av hvørjum tiltaki. Samanumtikið er nevndin, sum hevði 5 nevndarfundir í 2025, væl nøgd við árið. Næsta tiltak er ikki endaliga planlagt enn, men tit fáa kunning um tað seinni.
Eysturoyar Vinnulívsfelag ynskir at senda eina hjartans tøkk til allar fyrilestrarhaldarar og til tey, ið hava verið so beinasom at leggja høli til virksemið hjá felagnum í 2025.
Bergur Poulsen, formaður