07. nov. 2025
Avlýsing av Vinnutinginum í dag 7. Nov..
Góðu limir í EVF Av tí at Michiel Vos, sum skuldi halda fyrilestur í Løkshølll situr veðurfastur í Amsterdam, og tí ikki røkkur til Føroyar í dag, mugu vit tíverri avlýsa og útseta Vinnutingið, sum skuldi vera kl. 15.00 í dag. Miða verður eftir at hava hetta Vinnutingið 5. desember ístaðin - tó nakað fyrr á degnum, men tað venda vit aftur við. Vit orsaka støðuna, sum vit tó ikki fáa gjørt nakað meira við í dag. Vit ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti. Vegna Eysturoyar Vinnulívsfelag, Simun Hammer