Hvørjar vinnuligar avleiðingar kann kríggið í Ukreina fáa fyri Føroyar?.
Á vinnutinginum hjá Samskip 6. mai 2022 hevði Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, eina framløgu um ávirkanina av krígnum í Ukreina, og støðuna hjá føroyskum inn- og útflutningi - harímillum eisini teir avmarkaðu møguleikarnir vit hava í Føroyum tá tað kemur til útflutning til umheimin.
Innrásin í Ukreina var steinur oman á byrðu, tí avleiðingarnar av Covid-19 farsóttini við bæði framleiðslu- og flutningsavmarkingum, vóru ikki lidnar, og er tað tí trupult at útvega nóg nógvar rávørur og vørur, í mun til eftirspurningin sum er. Støðan í dag er merkt av ótrúliga stórari óvissu, við høgari inflatión og høgum prísum á brennievni - sum hevur við sær, at rávørur og aðrar vørur gerast alsamt dýrari.
Tiltøk sum eru sett í verk ímóti Russlandi síðan 2014
ES hevur sett nógv tiltøk í verk ímóti Russlandi síðan 2014, tá ið Russland legði Krim hálvoynna undir seg:
- Tiltøk ímóti ávísum persónum í russisku stjórnini: Putin, limir í Dumanini, oligarkar og onnur sum eru tætt uppá Putin
- Tiltøk móti fígging – atgongd hjá summum russiskum bankum til SWIFT, peningaflytingar, reglur um kryptovaluta, atgongd til europeiskar fíggingarmarknaðir og so framvegis
- Flutning, tað at steingja loftrúmið fyri russiskum flogførum, havnarstongsil fyri ávís skip og so framvegis
- Orka - forboð móti sølu av koli og útgerð til oljuraffinering
- Hernaðarútgerð og dual-use útgerð, ting sum bæði kunnu brúkast til hernaðarlig og privat endamál
- Rávørur m.a. ymiskt tilfar av ymiskum slag sum vit eisini brúka í Føroyum
- Luksusvørur, man keypir ikki russiskan kaviar og russarar sleppa ikki at keypa ávísar luksusvørur frá okkum
- Diplomatisk tiltøk
Fleiri tiltøk eru á veg, harímillum er ætlanin at blíva óheftur av russiskari olju.
Tey handilstiltøk sum Russland hevur sett í verk afturímóti ES í sama tíðarskeiði eru tiltøk móti landbúnaðarvørum, ES lond sleppa ikki at útflyta landbúnaðarvørur til Russland, eiheldur aðrar matvørur, herundir fisk. Rávørur kunnu ikki útflytast til Russlands. Føroyar eru ikki fevnd av handilstiltøkunum (enn). Niels segði, at ES hevur ikki nakrar sanktiónir fyri útflutningi av matvørum til Russlands, tvørturímóti so undantaka teir matvørur positivt í teimum flestu átøkunum sum verða sett í verk, eisini medisin og alt tað sum ávirkar tað russiska fólkið.
Russland hevur brúkt støðuna at gera seg meiri sjálvbjargið í matvøruframleiðsluni, teir hava m.a. gjørt íløgur í alivinnuna og framleiða yvirhøvur meira í Russlandi.
Føroyskur vøruútflutningur og alternativir marknaðir
Fyrst í 1990’unum fór 90% av føroyska útflutninginum til Stóra Bretland og ES. Síðani tá er hend ein ávís diversisering soleiðis at vit í dag flyta lutfalsliga meira til onnur lond. Útflutningurin til Russland byrjaði at taka dik á seg umleið 2010, og vaks nógv í 2013 og 2014 tá ið ES innførdi sanksjónir móti Russiskum uppsjóvarfiski. Tá funnu vit útav at heimurin er ikki so stórur og at tað eru ikki so nógv alternativ at útflyta til, Russland var so at siga tað einasta alternativið til uppsjóvarfisk. Ikki er gott at vera ov bundin av einum ella fáum marknaðum. Vit royndu at útflyta frystan makrel til Kina, men hann bleiv steðgaður, tí vit høvdu ikki tær neyðugu avtalurnar uppá pláss tá.
Útflutningurin til Russlands og Ukreina hevur verið ógvuliga lítil síðani innrásina í Ukreina, í mun til hvat ið hann plagdi at vera, tí hava vit verið noydd til at finna alternativar marknaðir at útflyta til. Útflutningurin til Russlands og Ukreina var í 2021: laksur 900 mió kr., makrelur 554 mió. kr. og sild 531 mió. kr.
Tað hevur verið lætt at funnið nýggjar marknaðir til laksin og góður prísur fæst fyri hann, men eitt sindur verri er við makrelinum og serliga sildini. Tað er ikki allur heimurin sum etur makrel og sild – tó eru fleiri áhugaverdir marknaðir fyri makrel, hóast ein ávís príslækking má væntast. Tá tað kemur til sildina er tað eitt sindur truplari. Tann stóra sildin sum verður fiskað við Føroyar, er torfør at selja aðrastaðni enn til Russland, Ukreina, Polen og Hvíta Russland. Nýggir marknaðir fyri sildina, møguliga sum mjøl, kundu verið Norður- ella Vestur Afrika, men tá er tað til heilt aðrar prísir.
Um vit hyggja eftir árligu søluni til russisk skip í Føroyum, við møguleika fyri einum møguligum havnarstongsli, so er ein leyslig meting at árliga sølan av vørum sum olju og fiskiveiðuútgerð er 300 mió. kr. meðan tænastur sum agent virksemi, havnagjøld og so framvegis geva 100 mió. kr. Umsetningurin á 400 mió. kr. er grundaður á samrøður við fyritøkur, sum hava nógv við russisk skip at gera.
Vit innflyta ikki tað heilt stóra frá Russlandi og Ukreina, vit innfluttu fyri 137 mió. kr. í 2021, tað er útgreina á Hagstovu Føroya ”til aðra framleiðslu”. So okkara útflutningur til Russland er munandi størri enn innflutningurin.
Marknaðaratgongd
Niels fór so víðari at tosa um Marknaðaratgongd. Føroyar hava sum útgangsstøði MFN status í samhandli við onnur lond, tað vil siga at vit kunnu ikki fáa verri treytir enn øll onnur lond sum eru limir í WTO og sum ikki hava fríhandilsavtalu við tað ávísa landið. Gera vit harafturímóti fríhandilsavtalur so kunnu betri treytir avtalast. Í Føroyum hava vit bert 6 fríhandilsavtalur í løtuni, tær eru við:
- ES
- Norra
- Sveis
- Ísland
- Turkaland
- Stóra Bretland
Til summi av hesum londunum kunnu vit selja nógv tollfrítt og til onnur minni. ES handilsavtalan er skeiklað til fyrimun fyri útflutningi úr ES til Føroya. Vit hava bara tollfrælsi á teimum vørunum sum positivt verða nevndar í handilsavtaluni, fyri tað mesta vørir sum ikki eru serliga nógv virkaðar - rávørur og hálvvirkaðar vørur. Hinvegin so hevur ES tollfrælsi á so at siga øllum vørum sum ikki positivt vera nevndar. Tað eru nakrar fáar vørur sum ES ikki kann innflyta tollfrítt, vørur sum seyðakjøt, bakaravørur og mjólk. Higartil hevur ikki borið til at gera ein meiri javnbjóðis sáttmála við ES og sjálvt smærri broytingar taka fleiri ár, so tað kann taka langa tíð áðrenn vit fáa møguleika at útflyta høgt foredlaðar fiskavørur til ES. Vit hava hoyrt dømi um 25% í tolli á niðursjóðaðum makreli inn til ES – tað sigur seg sjálvt, at tá ber ikki til at kappast.
Handilsavtalan við Stóra Bretland er í stórum trekkum eitt avrit av avtaluni sum vit hava við ES, tað vil siga at teir somu trupulleikarnir sum vit hava við ES avtaluni, hava vit arva við yvir í hina avtaluna fyribils. Og tað er enntá soleiðis at á teimum økjum har vit hava tollfríðar kvotur, er tað blivið sett í mun til fólkatalið tvs. at tað er minkað, so har hava vit faktiskt eisini trupulleikar.
Tað er ørkymlandi at síggja, at nýggju handilsavtalurnar sum ES ger, hava nógv betri atgongd fyri fiskavørum enn avtalan sum vit hava. Vit kunnu nevna Canada sum dømi, sum hava fingið fullkomiligt tollfrælsi. Tað kann vera eitt sindur ringt at skilja, hví ES ikki vil gera avtalur við okkum sum eru meiri javnbjóðis – men tað er nokk tí at vit hava ikki nakað at tingast við - vit eru ikki so áhugaverd at selja til, av tí at vit hava so lítlan marknað, men hinvegin er tað eitt sindur ringt at sláa seg til tols við at tað bara skal verða soleiðis.
Samanbera vit okkum við okkara kappingarneytar, sjálvt um man ikki bara kann telja talið av avtalum, so hava vit 5 fríhandilsavtalur umframt ES avtaluna, meðan EFTA londini, Norra og Ísland, sum vit kappast nógv við, hava 29 avtalur sum fevna um 40 lond, umframt EBS-samstarvið, sum fevnir um alt ES og Norra eisini. ES hevur 40 avtalur við 77 lond umframt ES-samstarvið. Og sjálvt Stóra Bretland sum nýliga er farið úr ES hevur 37 avtalur við 67 lond umframt avtaluna við ES.
Samráðingar um handilsavtalur, ringt er at koma til samráðingarborðið
Hjá bæði EFTA (Ísland, Liechtenstein, Norra og Schweiz) og ES eru fleiri samráðingar í gongd um handilsavtalur við nýggj lond. Sum dømi kann nevnast, at Norra er í samráðingum við Kina um fríhandilsavtalu, um hendan ber á mál, vita vit tó ikki enn. Um Noreg fær tollfrælsi til sínar fiskavørur, so verður torført hjá okkum at kappast á tí marknaðinum. Ísland hevur longu fríhandilsavtalu við Kina. Tí er hetta nakað sum vit mugu gera nakað við. Føroyar hava í løtuni ongar samráðingar um nýggjar handilsavtalur – vit royna at koma til samráðingarborðið, men tað gongur ótrúliga trekt at sleppa framat nakrastaðni.
Veterinerar avtalur mangla eisini, fyri yvirhøvur at kunna útflyta fiskavørur til summar marknaðir. Sum dømi kunnu nevnast Brasil og Avstralia. Brasil er ein av teimum fáu marknaðunum, sum etur nakað av saltaðum fiskavørum fyri uttan Suður Evropa og har sleppa vit slett ikki at útflyta okkara vørur í løtuni. Vit hava síðan 2013 roynt at fingið eina veterinera avtalu við Brasil, men tað gongur ótrúliga seint. Tað sum vit hava sett inn av føroyskari orku hevur eisini verið sera svingandi. Tað sama er við Avstralia, har hava vit eisini veterinerar avbjóðingar við summum vørum. So bæði tá ið tað kemur til fríhandilsavtalur og veterinerar avtalur so eru vit afturúrsigld í mun til okkara kappingarneytar - serliga tá ið tað kemur til fiskavørur.
Sambært kanning sum Vinnuhúsið gjørdi í 2021 so ynskir føroyska útflutningsvinnan betri marknaðaratgongd í Brasil, Suðurkorea, Kina, ES, Avstralia og Japan. Niels nevndi Suðurkorea sum dømi, tí har eta tey nógvan makrel og vilja fegin gjalda ein høgan prís fyri góðan makrel og fyri aðrar fiskavørur eisini. EFTA londini hava fríhandilsavtalu við Suðurkorea, men tað hevur Føroyar ikki.
Hvat skal til fyri at fáa betri marknaðaratgongd?
Sum heild kann sigast at tá ið vit skulu flyta okkara útflutning til nýggjar marknaðir, so verða vit avmarkaði av okkara marknaðaratgongd. Men hvat kunnu vit gera fyri at fáa betri marknaðaratgongd? Tað er ein góður spurningur, tað vísir seg at vera sera stríggið at taka einkult mál upp við ES og royna at geva eitt sindur afturímóti, eina tollfríða kvotu til seyðakjøt, móti at fáa okkurt lítið nummar av brislingi afturat, tað førir so at siga ongan veg. Niels segði seg vera sannførdan um, at tað má lyftast uppá eitt hægri støðið, um man skal koma nakran veg við ES. Tá ið tað kemur til aðrar marknaðir, so hava vit roynt at haft sendistovur og at haft fólk til at arbeiða í uttanríkisráðnum og aðrastaðni fyri at fáa forhandlað nýggjar avtalur uppá pláss fyri okkum. Tað vísir seg tó at ganga sera striltið yvirhøvur at koma til samráðingarborðið. Fyri nøkrum árum síðani bleiv tosað um, at Føroyar skuldu blíva limir í EFTA og harvið fáa part í øllum teimum fríhandilsavtalunum sum har eru, men tað bleiv ikki til nakað. Niels endaði við at siga, at um nakað skal henda á hesum økinum sum veruliga flytur nakað, so mugu vit til at hugsa alternativar loysnir, í mun til tað sum vit gera í dag!