Búmerkið hjá felagnum
14. nov. 2022

Kodio - Marknaðarføring á netinum, hvar byrji eg?.

Á vinnutinginum 10. november 2022, hjá El-Service á Skála, hevði Jógvan Andersen stjóri í Kodio eina sera viðkomandi framløgu um marknaðarføring á netinum. Jógvan segði eitt sindur um, hvat ið marknaðarføring er, hvørjir miðlar eru at velja ímillum, hvørjum grundreglum arbeiðast kann út frá og hvat ið tað kostar at marknaðarføra á ymisku miðlunum.

Kodio er ein kreativ samskiftisfyritøka, sum fæst við branding, heimasíður og nethandlar. Tá tað kemur til branding so hjálpir Kodio við strategiska arbeiðnum, við samleika, lýsingum, átøkum og øðrum. Kodio hevur ment nógvar heimasíður til miðalstórar- og stórar kundar. Umframt hetta so veitir Kodio eisini skraddaraseymaðar nethandlar, sum duga at samankoyra handils-, bókingar- og goymsluskipanir.

16 fólk starvast hjá Kodio í 4 londum. Fyritøkan hevur primert virka á tí føroyska marknaðinum, men fór í 2022 á amerikanska og danska marknaðin. Jógvan er partur av trimum øðrum fyritøkum eisini, tær eru:

  • MYNDIN sum arbeiðir við myndatøku og prent til privatu vinnuna
  • FLYTA VØRUFLUTNINGUR, lastbilar og vørubilar – koyra har sum tað er landfast
  • WHISTLAW - útlendsk verkætlan ið fæst við EU lóggávu um Whistleblowing

Hvat er marknaðarføring?

Á Sprotanum stendur at marknaðarføring er at: ”Lata út vøru á marknaðin við at kunna um og skapa eftirspurning hjá viðskiftafólki”. Hugtakið marknaðarføring er rættiliga víðfevnandi, og Jógvan segði, at tað er til staðar allan vegin í einari fyritøku, frá byrjan til endan - í summum førum er tað tilætlað, í øðrum førum er tað ikki tilætlað. Endamálið við marknaðarføringini er at kunna sínar kundar um, hvat ið man hevur at bjóða, tí er umráðandi at kenna sín málbólk, kenna brúksmynstur, at tora at spyrja spurningar og at eftirmeta.

Tað hevur týdning at hugsa marknaðarføring á fleiri økjum í dag. Eitt er at vera virkin og sjónligur á sosialum miðlum, men tað er eisini umráðandi at hugsa samstarvsavtalur, prenttilfar, Brand awareness, CSR – samfelagsliga atlitið og at vera umhvørvisvinarligur. Jógvan segði eisini at: ”tann besta marknaðarføringin er, tá ið tú ikki veitst av tí, tað er tá tað ikki er søluprengandi, men natúrlig umtala”.

Sløg av miðlum og fyrimunir og vansar við ymisku miðlunum

Jógvan deildi miðlarnar í siðbundnar og sosialar miðlar. Siðbundnir miðlar eru sjónvarp, útvarp, bløð og ymiskt prent, ímeðan sosialir miðlar eru Facebook, Instagram, Linkedin, Tiktok og annað líknandi.  

Fyrimunirnir við siðbundnu miðlunum eru, at teir eru nokkso tryggir, ella tað vil siga at prísirnir eru ítøkiligir - ein blaðsíðulýsing kostar vanliga 6.000 kr. - og vit vita hvat ið tað er vit fáa við eini slíkari lýsing.
Vansar við siðbundnu miðlunum eru væntandi hagtøl - vit fáa at vita at blaðið bleiv útgivið í so og so nógvum eintøkum, men vit vita ikki hvussu nógv lósu blaðið og hvussu nógv sølan øktist av hesum. Tað er ikki nemt at málrættað spesifikt. Og so er tað eisini torført at hugsa útflutning, tí tá mugu sølufólk ella agentar hjálpa til fyri at fáa boðskapin út.

Tað eru nógvir sosialir miðlar til, og valdi Jógvan at avmarka seg til at greiða frá fýra teirra: Facebook, Instagram, LinkedIN og Tiktok.

Facebook var upprunaliga stovnað og gjørt til eitt lestrarumhvørvi, og vóru tað tá ung fólk sum brúktu plattformin. Men tað mynstrið er broytt, soleiðis at brúkararnir eru vorðnir nakað eldri og er Facebook eitt stað har tú hevur samband við familju, vinir og ymiskar áhugabólkar. Tað snýr seg mest um at deila tekstir og at leggja myndir afturat tekstinum.

Instagram sum er ein vøra hjá Facebook virkar øvut við tað at har snýr tað seg um at deila myndir og leggja ein stuttan tekst afturat. Aldurin á Instagram er nakað lægri enn á Facebook.

LinkedIn, kenna tey flestu frá arbeiðsligum høpi, ein eitt sindur undirmettur miðil sum føroyingar og føroyskar fyritøkur tó eru farnar at brúka meira aktivt. Á LinkedIn er tað fakliga vitanin sum er í hásæti og tað er ein góður pallur til at koma í samband við fyritøkur bæði í Føroyum og uttanlands.

TikTok er eins og LinkedIN ein eitt sindur undirmettur miðil, men er vaksandi um allan heim, eisini í Føroyum – tað eru sera nógv ung og børn sum brúka TikTok, men tað eru eisini fleiri og fleiri vaksin. Mett verður at tilveran hjá Liberal Alliance á TikTok var ein tann størsta orsøkin til at flokkurin fór frá 4 mandátum til 15 mandát (kekkað tøl), tá fólkatingsval var í Danmark í 2022.

Fyrimunir við sosialu miðlunum eru at teir eru mátbærir – tað ber til at síggja hvussu nógv fólk hava sæð lýsingina, hvussu nógv hava klikt á hana, teirra aldur, hvørjum økið tey búgva í o.s.fr. Tað at tú kanst samskifta við kundan, er eisini ein fyrimunur, kundarnir kunnu dáma og deila, teir kunnu viðmerkja og teir kunnu skriva boð. Prísmodellið er fleksibult og tað ber til at málrættað neyvt – tú kanst fara inn og siga at eg vil bara lýsa fyri fólkum í Suðuroy og konufólkið sum er í hasum aldrinum, og sum eru áhugaði í binding ella hvat ið tað skal vera. Allir hesir fyrimunirnir gera at tað er lætt at verða við á heimsmarknaðinum, um tað er tað man vil ella miðar eftir, tí tá er lætt at definera úr Føroyum hvønn tú vilt lýsa fyri uttanlanda.

Vansar eru, at høg krøv verða sett – fólk eru rættiliga krevjandi, tey vænta rættiliga nógv – viss ið tað ikki sær gott út ella viss ið tað ikki er góður boðskapur, so fer tað beint fram við. Og tað kann vera eitt sindur torskilt viðhvørt – tað er ikki líka einfalt, sum at bíleggja eina blaðlýsing, man skal seta seg inn í fleiri viðurskifti og plattformar -  eitt sindur meira tekniskt.

Grundreglur í samband við marknaðarføring

Tað sum altíð er vert at umhugsa tá ið man fæst við marknaðarføring er:

  • Hvat er endamálið?
  • Og hvør er málbólkurin?

Hesir spurningar eru umráðandi at spyrja, fyri at kunna fara víðari, og vita hvønn veg man skal fara við marknaðarføringini av vørum og tænastum sum seldar verða. Fyri at gerast sjónligur á marknaðinum, so er umráðandi at arbeiða við innihaldinum á lýsingartilfarinum fyri at fáa fram hvussu tín fyritøka differentierar seg í mun til aðrar fyritøkur.

Kundin hugsar bara um seg sjálvan – hann leggur fyri tað mesta ikki petti í hvør ið fyritøkan er, og hvat ið hon ger – hjá honum snýr tað seg bert um hvat ið hann fær burturúr við at reagera uppá lýsingina. Nógvar fyritøkur vilja hava kundar at melda seg til tíðindabrøv frá teimum. Fyri at hetta skal henda, so má okkurt vera sum motiverar tey, tey mugu halda at tey fáa okkurt burturúr, við at melda seg til. Við smáum orðingum sum t.d.: ”Ger sum 1000 aðrir føroyingar fá 10% í avsláttri hvørja viku”, tá gerst knappliga sera ítøkiligt hvat tey fáa burturúr, og tá gerast tey motiveraði at melda til.

Jógvan nevndi eisini eitt dømi um starvslýsingar, sum Kodio hevur hjálpt Roðanum við, har søkt bleiv eftir feriuavloysarum. Tá valdu tey at gera eitt átak, har møguligir umsøkjarar við einum roknara kundu síggja hvussu nógv ið tey fingu ið løn fyri ynskt tímatal. Hetta virkaði fangandi á umsøkjarar, av tí at tey fingu svar uppá avgerandi spurning teirra um hvussu nógv tey fingu í løn.

So umráðandi í allari marknaðarføring er at minnast til:

  • Hvat loysir tú fyri kundan?
  • Fyri hvønn kunda?
  • Hvørji virðir gevur tú kundanum?

Hvussu kemur man í gongd?

Teir ymisku miðlarnir hava plattformar har til ber at stýra lýsingunum - LinkedIn hevur Campaign Manager, Facebook og Instagram hava AdsManager o.s.fr. Fyri at kunna stovna lýsingar, mást tú hava ein persónligan brúkara á tí miðlinum sum tú vilt lýsa á - og so kanst tú á persónliga brúkaranum stovna eina fyritøku, sum tú vilt gera lýsingar fyri. Fyritøkan fær ikki logga inn, tí tað er persónligi brúkarin sum fær rættindi at umsita, stýra og leggja út vegna fyritøkuna.

Tað fyrsta tú rennir teg í á øllum hesum plattformunum er, at tey spyrja grundleggjandi spurningar sum hvat er endamálið, hvat er objektið, hví stovnar tú hesa lýsingina? Hetta fyri at lýsingin skal gerast so úrslitagóð sum møguligt. Her má støða takast til hvat ið ætlanin við lýsingini er: er tað at so nógv fólk sum møguligt skulu síggja lýsingina, at fáa fleiri at hyggja eftir heimasíðuna hjá fyritøkuni, at fáa viðmerkingar ella at skapa sølu? Eisini má avgerast hvussu nógvir pengar skulu brúkast til átakið. Síðani skal lýsingin málrættast til økir, aldur, áhugamál, tíðarskeið og grafiska lýsingin skal eisini setast inn.

Hvat kostar tað?

“Eg vil hava eina lýsing út, hvat kostar tað?” Hetta er ein spurningur sum Kodio ofta fær. Hjá Kodio vita tey hvat ið tað kostar at framleiða eina lýsing og at gera hana klára at brúka á sosialu miðlunum, men sjálvur kostnaðurin fyri at lýsa á ymisku miðlunum er ókendur áðrenn man byrjar. Í Danmark verður sagt at tað kostar 25-75 kr. pr. 1.000 vísingar, men tað kann ikki sigast við vissu. Her ræður tað um at koma í gongd og so læra tað so við og við. Ein fyritøka kann t.d. byrja við at siga at eg vil brúka 5.000 kr. (minnið kann eisini gera tað) uppá eitt lýsingar átak. Lýsingarplattformurin vil so geva tær nøkur vegleiðandi tøl um at tú kanst vænta at røkka so og so nógvum fólkum og at tú kanst vænta tær so og so nógv ”klikk” fyri brúkta peningin – og leypandi fert tú so at síggja tey veruligu hagtølini og kanst justera nýtsluna eftir tí. Men tað eru ikki bara vísingar og klikk sum avgera nyttuvirði, tað ger sjálvandi eisini innihaldið og boðskapurin í lýsingini.

So fyri at taka samanum - fyri at marknaðarføra á netinum er umráðandi at:

  • Spyrja hví og hvør?
  • Áseta eina fíggjarætlan
  • Og at koma í gongd!
     

Fleiri myndir.