Univice og AWI Boats.
Vinnuting 27. september 2024
Á vinnutinginum hjá Univice í Runavík vóru tvær framløgur. Jóhan Henrik Olsen, stjóri í Univice og AWI Boats, hevði eina áhugaverda framløgu um virksemið hjá felagnum og Páll Holm Johannesen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, greiddi frá kanningini sum hann hevur gjørt um føroyska marknaðaratgongd fyri útflutningsfyritøkur.
Niðanfyri kemur ein stutt frágreiðing frá framløguni um Univice og AWI Boats.
Verandi virksemi
Jóhan Henrik segði at hjá Univice og AWI Boats hava tey 30-35 sera dugnalig starvsfólk við nógvum royndum og góðum førleikum. Virksemið hjá teimum umfatar:
· Framleiðslu av rustfríum útbúnaði til skip og virkir
· Ráðgeving og tekning, til dømis av flakalinjum
· Serbygdar loysnir og konstruktiónir úr rustfríum til smoltstøðir
· Framleiðslu av størri og arbeiðsligari fiskibátum – seinnu árini bert til Grønlendska marknaðin
· Hava ment ein nýggjan ferðafólkabát til 12 ferðafólk
Nakað sum Jóhan Henrik segði at hann ikki hevði hugsa um var, at teirra glasfibur bátar kundu brúkast til ferðafólkabátar, men ein fyrispurningur kom um hetta frá einum grønlendskum kunda og saman við kundanum hava tey á AWI Boats framleitt ein ferðafólkabát sum tekur 12. ferðafólk. Næsti báturin er umbiðin og verður latin sama kunda um ársskifti 2024-2025.
1 triðingur av umsetninginum hjá Univice og AWI Boats er uttanlands, bátarnir sum verða framleiddir eru 100% føroysk framleiðsla og 100% útflutningsvøra, tí allir bátarnir verða seldir til Grønlands.
Rustfrítt, glasfibur og nýggj CNC maskina
Smoltstøðir brúka nógva útgerð og installatiónir úr rustfríum tilfari, eins og glasfibri og har hevur Univice eitt tilboð, sum eingin annar hevur av tí at tey arbeiða við bæði glasfibur og rustfríðum stáli. Glasfibur er serligt tilfar og tað kann í nógvum førum brúkast saman við rustfríum tilfari. Framleiðslan umfatar m.a alikør úr glasfibri í nógvum støddum og formum, rustfríar stigar, deyðfiskasamlara og botnproppar við mekanismu.
Fyri 2 árum síðani gjørdi Univice íløgu í ein CNC vatnskerimaskinu, sum kann skera í ymisk metallir umframt í plast, træ, stein og flísar. Hendan maskinan gevur sera nógvar møguleikar og kann skera í tilfar sum er upp í 150 mm tjúkt.
Burðardygd og karmar fyri vinnu og lærlingar
Fyritøkan er partur av “Varandi vinnu netverkinum” hjá Vinnuhúsinum og hugsa burðardygd inn í arbeiði hjá teimum, eitt nú endurnýtslu av glasfibri. Glasfibur kann endurnýtast í betong konstruktiónum um tað verður mjølvað. Tað kann fáa nýtt lív, verður tað stoypt til veðurhaldførar benkur, vegalok, gongubrúgvar og rekkverk á almennum støðum, umframt til ljóðverjur og ymiska landslagslist.
At enda segði Jóhan Henrik at Univice er ein sera týdningarmikil ”uppælingarstovnur”, tí har fær ungdómurin møguleikan at læra serstakt hondverk. Fleiri fara víðari á maskinmeistaraskúla og blíva síðani nógv umbiðin og væl lønt fyri sítt dugnasemi í arbeiðum ymsastaðni í heiminum – serfrøðin er tá ofta byrja í smiðjuni. Tí er tað umráðandi at lokalir myndugleikar vilja samstarva soleiðis at hondverkaralæruplássini fáa góðar og tryggar karmar at virka undir og at mennast í.