Búmerkið hjá felagnum
21. mai 2024

VITLÍKI, VINNULÍV OG INTEGRATIÓN.

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipaði fyri sera áhugaverdum vinnufundi í Kolshøll á Eiði 21. Mai 2024.

Á fundinum vóru tríggjar framløgur sum settu fokus á kappingarføri hjá føroyska vinnulívinum og hvønn tørv vinnan hevur í mun til integratión. Pallborðsorðaskifti var eftir framløgurnar.

Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Vælkomin í fólkaskúlan, nú eiga vit at taka ímóti tær

Jacob Eli gjørdi í sínari framløgu vart við at talið av næmingum, ið hava annan uppruna enn føroyskan, er vaksið sera nógv eftir stuttari tíð og at játtanin til undirvísingartímar til hesar næmingar er alt ov lítil. Talið á næmingum, sum koma til Føroya og ikki duga føroyskt, veksur á hvørjum ári. Umleið 220 børn, sum ganga í føroyska fólkaskúlanum, hava ikki føroyskt sum móðurmál. Av teimum skilja 120 als ikki føroyskt.

Ein av loysnunum uppá trupulleikan metti Jacob Eli vera at fáa størri játtan til at útbúgva fleiri lærarar at undirvísa í FSA, føroyskt sum annaðmál, soleiðis at næmingar í fólkaskúlaaldri, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, skulu læra at tosa, lesa og skriva føroyskt. Somuleiðis skulu tey læra at nýta føroyskt sum arbeiðsmál og samskiftismál og læra at skilja føroysku mentanina og samfelagsviðurskiftini.

Mynd: EVF. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroyar Lærarfelag

Vit kunnu lukkast um vit lyfta hesa stóru uppgávu í felag. Integratión krevur tíð og orku. Nøkur av góðu ráðunum tá nýggj fólk koma til Føroya eru at vit mugu vísa teimum áhuga, fáa innlit í styrkir og avbjóðingar hjá teimum og hava tol við teirra málsligu førleikum tí tað tekur langa tíð at læra eitt nýtt mál – umleið 2 ár at læra gerandismál og 5-7 ár at læra fakmál.

Mynd: EVF. Góð ráð tá fólk úr øðrum londum koma til Føroya

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Undirvísing og integratión av nýggjum borgarum

Bjarni hevði næstu framløguna og greiddi har frá hvat ið politiska skipanin arbeiðir við tá ið tað kemur til undirvísing og integratión av nýggjum borgarum. Arbeiði at gera nýggja integratiónslóg er komið væl áleiðis, fundir hava m.a. verið við Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Útlendingastovuna, Reyða kross og tilflytarar. Tað eru nógvir partar sum hava samábyrgd av at útlendingar blíva væl integreraðir, partar sum arbeiðsgevarar, fakfeløg, kommunur, skúlar og barnagarðar, løgmálaráðið og útlendingastovan.

Mynd: EVF. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum

Integratiónslógin skal eftir ætlan verða galdandi fyri øll sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum, skilt fer at vera ímillum familjusameind, tilflytarar við arbeiðsloyvi og flóttar. Í lógini fer at standa at allir tilflytarar skulu verða bjóðaðir til ein kunnandi fund stutt eftir at tey koma til landið – hetta verður vantandi saman við kommununum. Har skulu tilflytarar fáa kunning um rættindi, skyldur og væntanir í føroyska samfelagnum, kunning um hvat ið integratiónsmyndugleikin kann hjálpa við og hvar ið man annars kann leita sær hjálp, um tørvur er á tí. Kunningin fer fram í bólkum – tey sum eru flutt til kommununa seinastu tíðina.

Ávísir bólkar verða bodnir til integratiónssamrøðu, tað kunnu vera familjusameind, tilflytarar, sum søkja um at leingja arbeiðsloyvi 2. ferð og tilflytarar við børnum. Samrøðan skal verða skjótast til ber og kunnað verður um, at málkunnleiki og innlit í føroyska samfelagið og mentan sum útgangsstøði er treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Kunna verður eisini um rættindi og skyldur og um integratiónsfremjandi tiltøk og tænastur.

Eftir ætlan skal eisini vera ásett, at tað er ein skylda at fylgja undirvísing í føroyskt sum annað mál, tá man er familjusameind, hevur haft arbeiðsloyvi í 2 ár og søkir triðju ferð - familjur við børnum og aðrir bólkar fara eisini at fáa tilboð um undirvísing. Krav um ávísar málførleikar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi má ásetast í útlendingalógini, hetta krevur tó, at tilboðið er smidligt og at øll hava møguleika, eisini í praksis, at nýta tilboðið. Møguleiki fer eisini at vera fyri at geva undantak í serligum førum. Tilflytarar fara at fáa tilboð um eitt skeið um føroyska samfelagið, mentan og virðir. Krav verður um eitt tílíkt skeið, um man er familjusameindur, hevur børn ella tá man søkir um arbeiðsloyvi triðju ferð. Her verður einans krav um luttøku men eingin roynd.

Mynd: EVF. Eftir framløgurnar vóru spurningar á skránni

Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore
Vitlíki og kappingarføri

Ólavur hevði eina framløgu um vitlíki og kappingarføri. Hann greiddi fyrst eitt sindur frá um kappingarføri, hann segði at kappingarføri hjá samfeløgum er at draga til sín fyritøkur og skikkaða arbeiðsmegi og at veita eitt stimbrandi umhvørvi fyri øll at virka effektivt og vaksa. Fyri framhaldandi at styrkja um okkara kappingarføri so:

  • má undirstøðukervi mennast
  • nýskapan má stimbrast
  • marknaðaratgongd skal betrast
  • búskaparligur stabilitetur má valda
  • skal lóggávan geva vinnuni góðar karmar
  • er umráðandi at hava starvsfólk við góðum útbúgvingum
  • má lívsgóðskan hjá íbúgvunum vera góð soleiðis at Føroyar blíva valdar til

Mynd: EVF. Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore

Ólavur greiddi eisini frá um vitlíki hann vísti okkum millum annað hvussu væl ið vitlíki dugir at umseta úr føroyskum til enskt, sí myndina við tekstinum um Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Mynd: EVF. Umseting við vitlíki úr føroyskum til enskt

Eisini dugir vitlíki út frá myndum av táknum hjá fiski at siga um fiskurin er feskur ella um hann er nakrar dagar gamal og ikki so feskur meira. Sí eisini mynd.

Mynd: EVF. Myndir og frágreiðing um táknur

Vitlíki dugir at gera nógv, sum vit hildu at bara fólk dugdu at gera, og samanbar Ólavur vitlíki við at hava óendaliga nógvar skrivstovulærlingar - einasta avbjóðingin er at vita, hvat ið man skal seta tey at gera.

Vitlíki gevur nógvar møguleikar fyri effektivisering, øktum smidleika og nýskapan, og væntast kunnu stórar samfelagsligar broytingar næstu árini. Menningin gongur við rúkandi ferð, men stóra broytingin fer at taka ár ella áratíggju heldur enn dagar og vikur og umráðandi er at útbúgva fólk til nýggja veruleikan. Til spurningin um nakað verður eftir hjá fólki at gera, so segði Ólavur at mongdin av arbeiði er ikki føst, tá tú kanst gera meira fyri minni, so lata nýggjar hurðar seg upp. Fyrst gera vit tað sama – bara effektivari, síðani finna vit heilt nýggjar møguleikar. Nøkur størv blíva vekk og onnur størv koma ístaðin.

Mynd: EVF. Pallborðsluttakararnir frá vinstru: Jákup Eli Thomsen, Annsy Høghamar, Bjarni Kárason Petersen og Jacob Eli S. Olsen

Í pallborðsorðaskiftinum sum setti fokus á integratión í føroyska samfelagið luttóku: Annsy Høghamar, borgarstjóri á Eiði, Jákup Eli Thomsen, stjóri hjá Faroe Marine Products í Leirvík, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum og Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Bergur Poulsen, formaður í EVF var orðstýrari.