Búmerkið hjá felagnum
23 jan. 2026

Havsbrún bjóðar til Vinnuting.

15:00 - 17:00

Fyrsta vinnutingið í 2026 verður hildið á Havsbrún i Fuglafirði.

Í løtuni eru sera nógvar spennandi verkætlanir í gongd á Havsbrún, sum veruliga brynjar seg til framtíðina. Stjórin Odd Eliassen kemur at greiða nærri frá hesum verkætlanum og hvørjum endamálum tær skulu røkka

Umframt framløgu frá Havsbrún, kemur leiðslan á kreativu fyritøkuni FJORD eisini at greiða frá sínum spennandi virksemi. Fyritøkan er kend fyri sínar kreativu vørur, har dentur er lagdur á tað føroyska. FJORD hevur fingið fleiri vinnuligar viðurkenningar síðan stovnan, og varð m.a. kosin ársins vørumerki í bólkinum einstaklingamarknaður í 2024.

Skráin sær tí ætlandi soleiðis út:

15.00: Selinda bjóðar vælkomin vegna EVF
15.10: Odd greiðir frá virkseminum, og verðandi/komandi verkætlanum á Havsbrún
15.40: Spurningar 
15.50: Kaffisteðgur
16.15: Símun stutt um komandi vinnuting
16.20: FJORD greiðir frá sínum virksemi - frá hugskoti til dagin í dag og framtíð.
16.35: Spurningar
16.45: Selinda dregur samnanum og fyrsta vers av tjóðsanginum endar vinnutingið.