Búmerkið hjá felagnum
7 nov. 2025

Føroya Banki bjóðar til altjóða vinnuting.

15:00 - 17:00

Stað: Løkshøll, Runavík

Til hetta vinnutingið kemur kendi hollendski/amarkianski journalisturin og USA korrespondentur, Michiel Voss at halda eina framløgu um USA í dag og m.a. um støðuna, sum hon er júst nú, og hvat vit kunnu vænta framyvir.

Harumframt kemur Føroya Banki at greiða frá geopolitisku støðuni, og hvussu gongdin í Grønlandi ávirkar Føroya Banka samtakið.

Um Michiel Voss:

Michiel Vos (f. 19. desember 1970) er ein hollendsk-amerikanskur journalistur og korrespontentur. Hann er serliga kendur fyri at greiða frá amerikanskum politikki í hollendskum og belgiskum miðlum, og hevur í nógv ár verið fastur gestur í útvarps- og sjónvarpssendingum í Benelux. Hann hevur eisini staðið á odda fyri sjónvarpsrøðini My America og hevur givið út bókina Vos in de VS (2024) um lív sítt í USA.

Vos er m.a. giftur við dóttur Nancy Pelosi -fyrrverandi forkvinna í Umboðsmannatinginum. Hann hevur eisini verið framleiðari til fleiri HBO-dokumentarfilmar og var sjálvur partur av filminum Citizen USA, sum lýsir ferð hansara at gerast amerikanskur ríkisborgari.