Búmerkið hjá felagnum
13 nov. 2026

Sandship í Fuglafirði bjóðar til vinnuting fríggj. 13. Nov. kl. 15.00 - 16.50.

15:00 - 16:50

SANDSHIP eigur og rekur farmaskip, selur sand og skerv og umboðar útlendsk skip, sum koma í føroyskar havnir. Á vinnutingingum koma vit at hoyra nærri um teirra støðugt vaksandi og umfatandi virksemi.

Eisini hoyra vit Bergfrost við føroya størstu frystigoymslu og hartil hoyrandi tænastum, greiða frá stóru og nýhugsandi íløgunum og hvussu virksemið bæði tænir føroyskum og útlendskum kundum.

Vegleiðandi skrá:

15.00: Suni Justinussen, form. bjóðar vælkomin

15.10: Sandship greiðir frá sínum virksemi

15.40: Spurningar / kjak

15.45: Kaffi og netverkan

16.15: Bergfrost v/Símun Paula greiðir frá virkseminum á Bergfrost.

16.40: Spurningar og kjak

16.45: Suni Justinussen, form. tekur samanum.