Búmerkið hjá felagnum
28 okt. 2026

Vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni: Ráðstevna 28. okt. kl. 13.00-16.30 í Løkshøll.

13:00 - 16:30

Mikudagin 28. oktobur er ein sera viðkomandi ráðstevna á skránni við evninum "Vitlíki og kappingarføri hjá vinnuni". 

Talan er um árligu ráðstevnuna hjá EVF, sum er almenn og tí er tilmelding neyðug.

Eitt av høvuðsendamálinum við EVF er, at arbeiða fyri at stimbra kappingarføri hjá vinnuni í Eysturoy. í dagsins vinnuumhvørvi er tað lítil ivi um, at evnini hjá fyritøkum til at gagnnýta Vitlíki til øktan produktivitet, vil vera avgerandi fyri at klára seg í kappingini í komandi tíðum. Menningin gongur við rúkandi ferð, og tað ber ikki til at lata vera við, at taka støðu til eina vitlíkis strategi.

Á ráðstevnuni kemur tú m.a. at hoyra hesar framløgurnar (enn er raðfylgjan tilvildarlig)

  1. Vælkomin v/Suna Justinussen (form. í EVF)
  2. Bakkafrost: Kristian Eli : Frá vitlíki til ítøkiligt virði
  3. Bakkafrost Høgni: Kappingarføri og produktivitetur í einum nýggjum veruleika
  4. Framløgur, 3 smærri fyritøkur (10 min + 5 til spurningar) greiða frá síni vitlíkisstrateg og -nýtslu:
    1. Kodio v/ Ólavur Simonsen
    2. Gro Aqua v/Leif Johannesen
    3. Fyritøka 3 (ikki endaliga staðfest enn) 
  5. Kjak um høvuðsevnið á ráðstevnuni við einum spennandi kjakpanelið, sum kunnað verður um í næsta kunningaskrivi.

Sum altíð á tiltøkum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag, er sera gott høvi at netverka í stegðinum.