Vinnuting á Varmakeldugarðin 4. Sept. kl. 15.00.
Fríggjadagin 4. september, verður eitt øðrvísi og meira forkunnugt vinnuting, har vit vitja Varmakeldugarðin í Norðragøtu, sum reka burðardygt føroyskt landbrúk við virðing fyri djórum, náttúru og siðvenju – og ynskja tey at geva fólki eina sanna uppliving av lívinum á garðinum.
Virksemið hjá garðinum er serligt á tann hátt, at tey umframt at reka bóndagarðin, eisini hava fjølbroytt vinnuligt virksemi, sum fevnir um framleiðslu av ymskum rættum til ymisk høvi.
Á hesum vinnutinginum fáa vit ein góðan fyrilestur frá húsfólkunum í Varmakeldugarðinum, umframt egi framleitt ábit.
Eisini verður ein framløga v/ Símin Paula Sivertsen frá Bergfrost, sum greiðir frá virkseminum á Bergfrost, har stórar útbyggingar hava verið seinastu árini. Virksemið hjá Bergfrost fevnir breitt, og hetta gleða vit okkum at hoyra meira um.
Eftir fyrilestrarnar, verður høvið at fáa ein rundtúr í fjósinum.
Væl møtt til hetta forkunnuga vinnutingið!
