Búmerkið hjá felagnum
13 mai 2026

Vinnuting mikudagin 13. Mai, kl. 15.00-17.00 hjá Bátafelagnum á Bakka.

15:00 - 17:00

Á skránni verða 3. stuttir, men áhugaverdir fyrilestrar frá:

  1. SPENN: Ráðgevandi verkfrøðingar:

    SPENN Ráðgevandi verkfrøðingar bleiv stovnað í 2013, og verður felagið í dag rikið av Klæminti Eliasen og Áranti Jacobsen, sum eiga hvør sín triðing av felagnum. Seinasta triðingin eigur p/f SMJ, sum í 2023 keypti seg inn í felagið. SPENN hevur í løtuni 11 starvsfólk.

    Felagið veitir ráðgeving og stuðul til prosjektering av øllum sløgum av berandi konstruktiónum og anleggsarbeiðum. Ein natúrligur partur av uppgávunum er eisini fakeftirlit við egnum og annara prosjektum.

  2. Rókin: Byggifyritøka við serøki innan havnabygging, boring, spreinging, planering, stoyping o.ø..

    Serøkið hjá Rókini er tó havnabygging, og hevur fyritøkan drúgvar royndir innan hetta økið, bæði í føroyum og uttanlands.

  3. bdconsult: Ráðgevandi Skipsverkfrøðingur, sum arbeiðir við fleiri spennandi maritimum uppgávum. 

Vinnutingið hesuferð er serligt á tann hátt, at omanfyrinevndu fyritøkur skipa fyri vinnutinginum saman við EVF.  Hugskotið, um at hava eitt vinnuting í hølunum hjá Bátafelagnum á Bakka, kom fyri nakað av tíð síðan, og hesar 3 fyritøkurnar standa sum vertir fyri vinnutinginum hesuferð.

Gleð teg til tríggjar spennandi og jarðbundnar fyrilestrar, sum taka støði í avbjóðingum og uppgávum, sum bæði krevja høgt vitunarstøði men eisini ágrýtni og framfýsni.