Búmerkið hjá felagnum
19 mar. 2026

Aðalfundur fyri árið 2025 á Vaðhorn.

19:00 - 20:50

Aðalfundurin hjá EVF fyri árið 2025 verður í ár hildin hjá Vaðhorn á Hulki. Umframt sjálvan aðalfundin, sum vanliga tekur uml. 20 min. at gjøgnumføra, kemur leiðslan fyri Vaðhorn at greiða frá sínum virksemi. Harumframt verður annar sera áhugaverdur fyrilestur, ið verður kunngjørdur seinni.

Skráin fyri kvøldið er:

Kl. 19.00: Formaðurin bjóðar vælkomin

Kl. 19.10: Leiðslan á Vaðhorn greiðir frá sínum virksemi.

Kl. 19.30 - 20.00 Aðalfundur smb. viðtøkunum:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá farna ári
3. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
4. Ásetan av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
6. Val av limi til Faroexpo stýrið
7. Ymiskt

Kl. 20.00: Netverkan & Ábit

Kl. 20.20-20.40: Áhugaverdur fyrilestur, ið verður kunngjørdur um fáar dagar.

Kl. 20.40 - 20.50: Spurningar og kjak.

Kl. 20.50 Liðugt