Búmerkið hjá felagnum
23 feb. 2026

Vinnuting mán. 23. febr. kl. 14.00 við Føroya Banka sum verti (staðseting seinni).

14:00 - 16:00

Skráin hendan dagin er:
14:00: Ábit og netverkan áðrenn fundin
14:15: Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar vælkomin
14:20: Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrost, introduserar Michiel Voss
14:25: Michiel Voss leggur fram um støðuna í USA í dag við Trump II
15:15: Turið F. Aarge, stjóri í Føroya Banka takkar Michiel Voss
15:25: Eysturoyar Vinnulívsfelag endar fundin
15:30: Ábit og netverkan

Um Michiel Voss:
Michiel Vos (f.1970) er serliga kendur fyri at greiða frá amerikanskum politikki í hollendskum og belgiskum miðlum, og hevur í nógv ár verið fastur gestur í útvarps- og sjónvarpssendingum í Benelux. Hann hevur eisini staðið á odda fyri sjónvarpsrøðini My America og hevur givið út bókina Vos in de VS (2024) um lív sítt í USA.
Vos er m.a. giftur við dóttur Nancy Pelosi -fyrrverandi forkvinna í Umboðsmannatinginum. Hann hevur eisini verið framleiðari til fleiri HBO-dokumentarfilmar og var sjálvur partur av filminum Citizen USA, sum lýsir ferð hansara at gerast amerikanskur ríkisborgari.

---

GG: TIl hetta vinnutingið, hava vit eisini bjóða landsstýrinum við fylgi at luttaka, og somuleiðis limir úr Norðoyar Vinnulívsfelag.