EVF

Vinnuting

logo
Bólkur
Vinnuting
Dato
Friday 18. September 15:00
Stað
Krea - 15 Heiðavegur
Saltangará, Faroe Islands
Nýskipan í fiskivinnuni liggur sum eitt høvuðsmál hjá nýggju samgonguni. Millum annað stendur í samgonguskjalinum at: “...høvuðsavbjóðingarnar eru at seta í verk eina nýskipan av fiskivinnuni”. Vit fara tí á Vinnutinginum nú fríggjadagin at viðgera ein lítlan brotpart í fiskivinnuni. Á hesum sinni fara vit serliga at tosa um fyrimunir og vansar við at selja allan fiskin á uppboðsølu. Vit hava fingið Mortan Berjastein frá Fiskimannafelagnum at greiða nærri frá sjónarmiðinum hjá Fiskimannafelagnum.
 
Afturat framløguni hjá Mortan Berjastein fáa vit eina áhugaverda virkislýsing frá Jaspur Langaard stjóra á Krea sum hýsir fyrsta Vinnutinginum eftir summarferiuna. Sum vant verður eisini møguleiki at netverka við onnur vinnulívsfólk í oynni.
 
Allir limir  felagsins eru vælkomnir!
 
kl. 15:00 Vælkomin, Eyðun Hansen, formaður EVF
kl. 15:10 Virksemis framløga frá Jaspur Langaard, stjóri á Krea
kl. 15:30 Kaffi og Netverkan
kl. 15:50 Framløgan við Mortan Berjastein, fiskimannafelagið
Evni: Fiskurin á uppboðsølu
kl. 16:30 Liðugt