EVF

Árligur EVF-fundur

free-trade
Bólkur
Árligi Vinnufundurin
Dato
Thursday 19. March 19:00
Stað
EB-húsið - Korndalsvegur 7
Eiði, Faroe Islands

Árligi EVF fundurin verður nú hóskvøldið 19. mars og er tað Eiðis kommuna, ið leggur hús til tiltakið á hesum sinni. Nú Uttanríkistænastan og Vinnuhúsið hava sett eitt fólk at eftirmeta Hoyvíkssáttmálin, varð avgjørt at evnið á EVF fundinum verður Hoyvíkssáttmálin.

Á skránni verður, millum annað, ein framløga, ið gevur tær meira at vita, um tínar møguleikar at selja tína vøru/tænastu á íslendska marknaðinum. Eisini fer stjórin í Trygd at greiða frá teirra royndum á íslendska marknaðinum, og hvat tey hava lært við at hava íslendska dóttirfelagið Vørður Tryggingar sum part av Trygd og BankNordik.

Tiltakið er bert fyri innbodnum og EVF limum.

 

Øll skráin sæst niðanfyri:


Hoyvíkssáttmálin - Íslendski marknaðurin er opin!


19:00      Vinnufundurin verður settur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu
19:10      Hoyvíkssáttmálin, hvat fáa vit burturúr?
                 Áki Johansen, Uttanríkistænastan
19:45      Steðgur
20:10      Vørður Tryggingar – íslendskar royndir
                 Janus Thomsen, Trygd
20:40      Kjak og spurningar Bergur Poulsen, orðstýrari
21:30      Liðugt