EVF

Ársaðalfundur fyri árið 2018

Bólkur
Aðalfundur
Dato
Tuesday 26. February 19:00 - 21:00
Stað
KBH - við Rætt 13
Toftir, Faroe Islands
Heimasíða

Ársaðalfundur fyri árið 2018 verður týskvøldið 26. februar kl. 19.00

Umframt vanliga ársaðalfundin, ið fer fram sambært viðtøkum felagsins, verða eisini trý innlegg á skránni:

  • - Helgi Johannesen, stjóri í Byggivirkinum KBH, fer at greiða frá virkseminum hjá KBH
       *møguleiki verður at síggja nýggju tjaldhøllina
  • - Elisabeth F. Rasmussen, fulltrúi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, fer at tosa um nýggja fríhandilssáttmálan sum er gjørdur millum Føroyar og Stórabretland. 
  • - Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóri í Íverksetarahúsinum, fer stutt at greiða frá hvussu fyritøkur í Eysturoynni kunna arbeiða saman við Íverksetarahúsinum.

Sambært viðtøkunum er skráin fyri sjálvan aðalfundin hendan:

  1. 1. Val av fundarstjóra
  2. 2. Frágreiðing frá farna árið
  3. 3. Góðkennng av roknskapi
  4. 4. Ásetan av limagjaldi
  5. 5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  6. 6. Val av limi til Faroexpo stýrið
  7. 7. Ymiskt

Einhvør, ið er limur í EVF er vælkomin at stilla upp til nevndina. Hetta skal boðast frá seinast 14 dagar áðrenn fundin, og tað sama er galdandi fyri mál til støðutakan á fundinum.

Setið tykkum í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella á tlf. 229075 um tit ynskja eitthvørt tikið upp á aðalfundinum, ella um tit vilja bjóða tykkum fram til nevndina. Annars ber eisini til at koma við hugskotum til felagið undir pkt. 7 "ymiskt" á sjálvum fundinum.

Sum altíð verður gott høvi at stilla spurningar og netverka - Hjartaliga vælkomin á Ársaðalfund!