EVF

Ársaðalfundur fyri árið 2017

Aluplast
Bólkur
Aðalfundur
Dato
Tuesday 20. February 19:00 - 21:00
Stað
Aluplast, Skoragøta 2, 640 Rituvík
T-post
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Heimasíða

Ársaðalfundur fyri árið 2017 verður týskvøldið 20. februar hjá Aluplast á Rituvíkshálsi

Umframt vanliga ársaðalfundin, ið fer fram sambært viðtøkum felagsins, eru eisini tveir fyrilestrar á skránni - Liljan Jacobsen fer at greiða frá virkseminum hjá Aluplast og Niels Winther frá Vinnuhúsinum fer at hava ein fyrilestur við heitinum "Hvar bleiv vinnupolitikkurin av?". Sambært viðtøkunum er skráin fyri aðalfundin hendan:

  1. 1. Val av fundarstjóra
  2. 2. Frágreiðing frá farna árið
  3. 3. Góðkennng av roknskapi
  4. 4. Ásetan av limagjaldi
  5. 5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  6. 6. Val av limi til Faroexpo stýrið
  7. 7. Ymiskt

Einhvør, ið er limur í EVF er vælkomin at stilla upp til nevndina. Hetta skal boðast frá seinast 8 dagar áðrenn fundin, og tað sama er galdandi fyri mál til støðutakan á fundinum.

Leggið til merkis at umframt nevndarvalið verður eisini val av einum umboði frá EVF at sita í Faroexpo stýrinum.

Setið tykkum í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella á tlf. 229075 um tit ynskja eitthvørt tikið upp á aðalfundinum, ella bjóða tykkum fram til nevndina. Annars ber eisini til at koma við hugskotum til felagið undir pkt. 7 "ymiskt" á sjálvum fundinum.

Sum altíð verður gott høvi at stilla spurningar og netverka - Hjartaliga vælkomin á Ársaðalfund!