EVF

Aðalfundur fyri árið 2016

Vaðhorn
Bólkur
Aðalfundur
Dato
Tuesday 28. February 19:00 - 21:00
Stað
Vaðhorn á Eiði
Telefon
T-post
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Heimasíða

Vit minna á aðalfundin,  týsdagin 28. februar í kantinuni hjá Vaðhorn á Eiði.

Umframt vanliga aðalfundin, ið fer fram sambært viðtøkum felagsins, verður eisini innlegg um at gera íløgur í føroyskt vinnulív, har umboð fyri Framtak koma at hava eitt innlegg, og lagt verður eftirfylgjandi upp til eitt kjak um evnið.

Einhvør, ið er limur í EVF er vælkomin at stilla upp til nevndina.  Verandi nevnd tekur annars við afturvalið, um onnur ikki bjóða seg fram.

Vanliga skráin fyri aðalfundin er annars hendan:

  1. Val av fundarstjóra og skrivara
  2. Frágreiðing frá farna ári
  3. Staðfesting av viðtøkum, broyttar í 2015
  4. Góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
  5. Ásetan av limagjaldi
  6. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
  7. Ymiskt

Sum altíð verður gott høvi at stilla spurningar og netverka.

Setið tykkum í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., ella tlf. 566 600 um tit ynskja eitthvørt tikið upp á aðalfundinum, ella bjóða tykkum fram til nevndina. Annars ber eisini til at koma við hugskotum til felagið undi pkt. 6 ymiskt á sjálvum fundinum.