EVF

Á aðalfundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag 7. mars 2023, hjá Bakkafrost á Glyvrum, hevði Rúni M. Hansen nevndarformaður eina áhugaverda framløgu um vinnufelagið Tjaldur, sum er skrásett í Føroyum og hevur virksemi í Norðanlondum og Stóra Bretlandi.

Rúni segði, at Tjaldur serliga hugsavnar sítt virksemi um ríka sjógætis- og orkutilfeingi í Norðuratlantshavi og leggur stóran dent á burðardygga menning í økinum.

P/F Tjaldur varð stovnað í 2004 og er sprottið úr gamla Skipafelagnum, sum varð selt sama árið. Líggjas í Bø bleiv stjóri í nýggja felagnum, og Rúni M. Hansen bleiv nevndarformaður. 

Um tað mundið, tá Tjaldur bleiv stovnað, vóru fleiri vinnur í Føroyum sum høvdu tað trupult, harímillum fór nærum øll føroyska alivinnan av knóranum, og nýggjur peningur skuldi inn í alivinnuna, um hon skuldi hóra undan. Tjaldur brúkti part av reiða peninginum, sum var komin frá søluni av Skipafelagnum, til at koyra inn í alivinnuna fyri at verða við at endurreisa vinnuna. Tjaldur bleiv ein tíðandi leikari í nýggja Bakkafrost samtakinum. Líggjas í Bø, táverandi stjóri í Tjaldur, gjørdist nevndarformaður í Bakkafrost. Í 2009 legði Líggjas frá sær sum nevndarformaður, og Rúni M. Hansen tók yvir sum nevndarformaður í Bakkafrost. Rúni hevur havt hendan sessin síðani

Felagið fór eisini inn í onnur feløg um tað mundið, og er framvegis virkið í fleiri teirra. Sum dømi kann nevnast at tá Effo var keypt til Føroyar frá Statoil í 2007, tá hevði Tjaldur ein virknan leiklut, og tá JT Electric (nú GroAqua) í 2006 trongdi til kapital, um felagið skuldi halda áfram, setti Tjaldur pening í felagið. Um sama mundið fór Tjaldur eisini inn í Nema.

Felagið skipar seg av nýggjum

Í 2016 skipaði felagið seg av nýggjum. Nýggj kós var sett, størri dentur varð lagdur á at hava virksemi uttan fyri Føroyar eisini, og felagið setti á stovn deild í Oslo. Felagið skipaði seg tá meira sum eitt vinnufelag heldur enn eitt íløgufelag. Sum vinnufelag leggur Tjaldur dent á at hava greið langtíðarmál fyri feløgini tey eiga og at menna tey vinnuliga. Tað verður arbeitt í tøttum samstarvi við leiðsluna í feløgunum. Dentur verður eisini lagdur á góð samstørv og góðan virkis sið.

Vinnuliga kósin

Nýggjur leisturin, sum varð lagdur í 2016, hevur ávirka vinnuliga menningina í fleiri av undurfeløgunum hjá Tjaldur.

Nevnast kann GroAqua á Kambsdali, sum er nógv ment síðstu árini. Felagið gjørdi eitt stórt uppkeyp í Skotlandi í 2020, tá eitt líknandi felag sum GroAqua varð keypt. Ein deild var eisini sett á stovn í Pólandi, um sama mundi. GroAqua er sera virkið á øllum hesum marknaðum í dag.

Somuleiðis Nema, sum hevur ment seg nógv síðstu árini. Nema keypti helvtina av telefelagnum Hey (Vodafone), frá íslendingum í 2018, og hina helvtina av Hey/Vodafone í 2020. Sostatt er Nema veitari av bæði KT og telesamskifti í dag, og er eisini fari út um landoddarnar við sínum tænastum innan KT.

Effo er eitt av feløgunum, Tjaldur er virkið í, saman við fleiri øðrum føroyskum eigarum. Eitt av málunum hjá Effo er at verða við í grøna orkuskiftinum í samfelagnum. Effo fór virkið inn í vindorku í 2018 og eigur í dag helvtina í Vindrøkt, ið framleiðir grøna orku svarandi til meir enn samlaðu el-nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum.

Tjaldur keypti eisini norska felagið LiftUp í 2017. Hetta felagið var millum annað veitari til alivinnuna. LiftUp menti útgerð til at samlað skarn og deyðan fisk til nýtslu á biogassverkjum.

Stóra Svenska fyritøkan Alfa Laval, hevði virksemi tætt upp at virkseminum hjá LiftUp, og í 2021 keypti Alfa Laval felagið.

Tjaldur fór stutt eftir hetta inn í annað felag innan líknandi vinnu, og er eisini virkið í øðrum feløgum í Norra og aðrastaðni.

Arbeiða í tøttum samstarvi við onnur

Eitt sum eyðkennir Tjaldur er, at felagið arbeiðir í tøttum samstarvi við onnur feløg, serstakliga tá størri tøk skulu takast. Eitt felag, sum Tjaldur hevur gjørt stórar íløgur saman við, er norska familjufyritøkan Ferd. Hetta er ein av størstu familjufyritøkunum í Norra. Ferd eigur nøkur av teimum heilt stóru feløgunum í Norra, sum t.d. Elopak, Interwell og Aibel.

Ein íløga, sum Tjaldur og Ferd hava gjørt saman, er í felagið Mintra. Mintra er eitt felag, sum veitir elektroniska frálæru innan orku- og sjóvinnuna. Tað er serstakliga í Norra og Englandi, at felagið er virkið, men hevur eisini skrivstovur aðrastaðni. Tað eru yvir 4000 altjóða feløg, sum brúka tænastuna frá Mintra.

Tá Tjaldur og Ferd fóru inn í Mintra, varð sagt í børsfráboðanini, at Tjaldur og Ferd ætla at taka ein virknan lut í felagnum, og menna felagið enn meira, saman við leiðsluni í Mintra. Tað var bretski grunnurin Riverside sum seldi, og Tjaldur og Ferd komu við hvør sínum 150 milliónum og keyptu góð 40% av felagnum. Rúni M. Hansen frá Tjaldur fór inn sum nýggjur nevndarformaður í Mintra.

Ætlanir

Í dag er Tjaldur yvirhøvur rættuliga virkið, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands.

Spurdur um avkast og hvørja strategi felagið hevði hesum viðvíkjandi, so svaraði Rúni, at Tjaldur er eitt vinnufelag, og leggur seg ikki eftir at keypa og selja og tjena skjótar pengar. Vit vilja byggja vinnuliga, og tann vegin skapa virðir, staðfesti hann.

Rúni endaði við at siga at vinnufelagið Tjaldur vil halda áfram at menna feløg og kanska taka nøkur størri fet uttanlands, tí Tjaldur er ein heimsborgari, eins og tjóðarfuglur okkara, men reiðrið verður bygt í Føroyum. Til hetta krevst góð starvsfólk, spennandi verkætlanir og góðir samstarvsfelagar – hevur man hetta so kemur kapitalurin.