EVF

23. september 2022 hýsti Betri Trygging einum vinnutingi á Hotel Runavík. Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri, hevði eina framløgu um virksemið hjá felagnum. Niðanfyri ber til at lesa nakað av tí sum Ingunn greiddi frá.

Eitt sindur um Betri Trygging

Søgan hjá felagnum gongur aftur til 1940, tá Tryggingarfelagið Føroyar bleiv stovnað. Felagið hevur uml. 100 starvsfólk sum starvast í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri. Betri Trygging er partur av Betri samtakinum, sum hevur eitt umboðsráð við 35 limum, sum allir tryggingartakarar hjá Betri kunnu stilla upp til. Umboðsráðið tekur sær m.a. av at skipa aðalfund felagsins, at velja nevnd, at góðkenna ársroknskapin hjá felagnum og at gera møguligar viðtøkubroytingar.

Í 2022 rindaði Betri fyri fyrstu ferð út limakrónur, har 40 milliónir krónur vóru lætnar aftur til limirnar á tann hátt, at tey sum hava trygging hjá Betri Trygging fingu uml. 10% av sínum tryggingargjaldi útgoldið. Hetta er nakað sum felagið ætlar at gera árliga.

“Betri Stuðul er stuðulsgrunnur hjá Betri og stendur fyri samfelagstilvitið hjá Betri”, segði Ingunn. Grunnurin stuðlar tryggleikaskapandi, skaðafyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøkum. Stuðulin er 5-10 mió. árliga, okkurt árið eitt sindur meir. Tiltøk sum eru stuðlaði eftir hesi skipan eru millum onnur:

  • Føroya Arena, sum tað nýggjasta
  • Heilsuverkið bleiv stuðlað við 10 mió. kr. tá Covid-19 byrjaði  
  • Bjargingarfeløgini hava fingið stuðul til at hækka um tilbúgvingarstøðið í Føroyum
  • Bjargingarvestar eru latnir til øll kappróðrarfeløg
  • Hjartastartarar eru settir upp við allar vøllir og ítróttahallir í Føroyum

 

Virksemið hjá Betri Trygging

Fyri at reka tryggingarvirksemið er neyðugt at hava loyvið frá Tryggingareftirlitinum. Loyvið hjá Betri Trygging er galdandi fyri nærum allar flokkar, tó ikki flokk 4 sum fevnir um jarnbreytir, tok og líknandi.

Tað sum verður tryggjað eru fólk, ting og virksemi. Pivat-kundadeildin tekur sær av privatum kundum, vinnudeildin tekur sær av vinnukundum á landi og sjóðkundadeildin tekur sær av vinnukundum á sjónum. Pivat-kundar keypa til dømis tryggingar til bilar, hús, innbúgv og vanlukkutryggingar. Betri Trygging ynskir at nøkta tryggingartørvin í Føroyum og tryggjar meginpartin av vinnulívinum í Føroyum og Betri Trygging er eisini við í dagføringini av flotanum sum er í gongd, t.e. øll tey nýggju skipini sum eru komin og eru ávegis.

Strategi 2025

Í Betri Trygging hava tey sett nøkur mál fyri hvar ið fyritøkan skal vera um 4 ár og hvussu ið komið verður hartil - Strategi 2025 kalla tey tað, og eru heimsmálini hjá ST eisini partur av strategi’ini, sum er í fýra sporum:

  1. BURÐARDYGD
    - Fokus verður sett á grønar og burðardyggar loysnir, har mál verða sett um at minka um egin spor á umhvørvið, at hjálpa kundunum at endurnýta og velja grønar og burðardyggar loysnir. Eitt dømi er sethúsatrygging, har Betri Trygging hevur ein grønan ella burðardyggan dekning, har kundar sum eru raktir av einum total skaða , kunnu fáa 50.000 kr. eyka fyri tað sum skatt er. Eyka peningurin skal nýtast til at gera antin eina varðandi orkuloysn so sum hitapumpu og jarðhita, ella til alarmar og sensorar, sum kunnu betra um trygdina í einum húsum.
     
  2. FYRIBYRGING
    - At skapa tryggleika í Føroyum og at hjálpa kundunum at fyribyrgja at skaðar henda. Kundar sum gera nakað serligt fyri trygdina fáa bjóða ein trygdar- og fyribyrgingaravsláttur. Arbeitt verður við lýsingarátøkum, til dømis tá tað er stormur at minna fólk á at rudda rundanum húsini, binda ting føst og so víðari. Kundaráðgevarar hjálpa og ráðgeva kundunum um skaðafyribyrging á kundafundum – nógv verður gjørt saman við kundunum, fyri at avmarka teir vandarnir sum eru. Ingunn nevndi eitt dømi har arbeitt verður við fyribyrging og tað er nýggja tænastan Betri bati, sum kom í gildi 1. januar í 2022. Betri bati er ein nýggj tænasta, sum er knýtt at lógarkravdu arbeiðsskaðatryggingini. Ætlanin við Betri bata er at veita skjóta og góða hjálp til langtíðarskadd starvsfólk, ið eru sjúkramelda í longri tíð – hetta fyri at fáa tey virkin sum skjótast, soleiðis at tey aftur kunnu fáa ein innihaldsríkan gerandisdag. Eftir sjúkramelding í meira enn tríggjar mánaðar, kemur Betri bati í gildi, soleiðis at skaddi fær bjóða eina samrøðu við ein sosialráðgeva, ráðgeving frá løgfrøðingi, hjálp til at koma í samband við Almannastovuna, og goldið verður eisini fyri ávísa serlæknahjálp og endurvenjingar um neyðugt.
     
  3. TALGILDING
    - Tænasturnar hjá Betri Trygging skulu vera atkomuligar 24 tímar í døgninum á Mín Trygging. Har skal bera til at avgreiða og fáa svar uppá so nógv sum gjørligt, bæði at fráboða skaðar og at keypa ella tillaga tryggingar, soleiðis at betri tíð skal vera til tey, sum veruliga hava brúk fyri ráðgeving og at tosa við kundaráðgevararnar. Ingunn segði, at ofta verður tosa um hvørt talgildug ella persónlig vegleiðing er betri? Sjálv heldur hon, at tað er umráðandi at kunna bæði, soleiðis at tað ber til at bjóða teimum kundunum sum ynskja tað talgildar tænastur, og persónliga ráðgeving til tey sum hava brúk fyri tí.
     
  4. SAMSKIFTI – VERÐUR KALLA “Í EYGNAHÆDD”
    - Her verður fokus sett á hvussu samskift verður við kundarnar. Málið er, at samskifta trygging á einum lætt skiljandi gerandismáli, so at misskiljingar ikki henda, og at kundarnir ikki kenna tað sum um at alt tað, sum hevur størst týdning, stendur skrivað við smáum.

Kundanøgdsemi og kostnaður

Ingunn segði at enda, at Betri Trygging ynskir at hava eina tætta og góða relation til kundarnar og tí hevur kundanøgdsemið stóran týdning og hóast tað er nøgd, so er tað nakað, sum tey reguliga máta. Hvønn ársfjóðring verða allir kundar, sum hava haft skaðar seinastu 3 mánaðirnar spurdir um nøgdsemið í sambandi við skaðaviðgerðina og hvat, ið kundi verið betri. Annaðhvørt ár verða størri kundanøgdsemiskanningar gjørdar, hesar kanningar verða gjørdar soleiðis, at tær kunnu samanlíknast við líknandi kanningar hjá tryggingarfelgum í norðurlondunum, og har er málið hjá Betri Trygging at vera við í topp 25.

Mong munnu hugsa hvar peningurin fer, ið verður goldin til trygging? Ingunn setti eitt hugsað dømi upp við tølum um, hvussu eitt tryggingarinngjald verður sundurlutað. Ein partur, áleið 35%, fer til umsiting, sølu, skaðaviðgerð og endurtrygging, sum er tryggingin hjá tryggingarfelagnum. Ein partur, áleið 60%, fer til skaðar, til smáar-, miðal-, stórar- og katastrofuskaðar. Í hesum døminum eru so síðstu 5% vinningur sum verður goldin til móðurfelagið, sum so rindar ein part útaftur í limakrónum. Sjálv helt Ingunn at kostnaðarstøði í Føroyum er gott um samanborið verður við donsk feløg.