EVF

Á vinnutinginum 23. september, sum Betri Trygging hýsti á Hotel Runavík, hevði Eydnar á Roykheyggi, stjóri á Nevinum eina sera áhugaverda framløgu um fyritøkuna sum hann byrjaði tá hann sum unglingi var liðugur við studentaskúlan.

Eitt sindur um Nevið

Nevið bleiv stovnað sum partafelag í 1992, og bygningurin sum virkið er í stóð liðugur í 1996. Tað bleiv byrja í ógvuliga smáum, við at Eydnar setti nakrar av sínum vinum í starv – tey flestu av teimum vóru tá um 20 ára aldur. Í dag hevur felagið 40 fólk í starvið, 32 í Føroyum og 8 í Íslandi.

Nevið hevur tvey dótturfeløg og eitt lutafelag, tey eru:

  • Nevið aps í Danmark, sum bleiv stovnað í 2011  
  • Unifar ehf í Íslandi sum bleiv stovnað í 2012
  • Primafisk í Leirvík sum Nevið keypti 50% av í 2020

Danska felagið hevur eingi starvsfólk, men á virkinum í Íslandi starvast 8 fólk og tey virka fisk á sama hátt sum gjørt verður á virkinum í Runavík. Á Primafisk gera tey m.a. fiskapylsur og Leirvíksknetti – har eru 2 fólk í starvið. Orsøkin til at Nevið má hava eitt felag í Danmark er fyri at tað skal vera lættari at flyta fisk á Europeiska marknaðin – felagið nýtist ikki at vera í Danmark, men bara í EU. Av tí at Føroyar eru uttanfyri EU so skal eitt øgiligt pappírsarbeiði til um vit skulu flyta fisk á Europeiska marknaðin – til hvørja sending av fiski skulu 1-3 veiðuváttanir við og tær kosta 400 krónur stykkið so um fiskurin bleiv seldur úr Føroyum so høvdu mongdirnar muga verið nógv størri enn tær eru hjá Nevinum.

Málið hjá Eyndari við fyritøkuni hevur alla tíð verið at Nevið er ein fiskaheilsøla og ikki eitt vanligt fiskavirkið. Íblástur til at byrja eina fiskaheilsølu fekk Eydnar tá hann sum unglingi arbeiddi í nakrar mánaðar hjá eini kendari fiskaheilsølu í Svøríki. Nevið vil koma endabrúkaranum so nær sum møguligt og hevur tí valt at hava smáar kundar og ikki stór handilshús - kundarnir eru til dømis smáar heilsølur og fiskabilar sum selja sína vøru á marknaðum í europeisku stórbýunum.

Heilt frá byrjan hevur Nevið bert selt fisk til útlendska marknaðin og ikki til tann føroyska. Hetta ger at tað eru fáir føroyingar sum vita hvør ið Eydnar er og hvat ið Nevið er. Men um tosa verður við fiskaseljarar í Hamburg so kenna teir væl Nevið, og tað er tað sum hevur týdning.

Framskygni                  

Sum fiskaheilsøla er sera umráðandi altíð at hava nokk av rávøru og tí er ikki nokk bert at hava virkið í Føroyum. Orsøkin til at Nevið byrjaði fyritøku í Íslandi í 2012 var at Nevið arbeiddi nærum alla havtaskuna í Føroyum um tað mundi. Men Eydnar sá at tað fór at ganga galið við garnaskipunum, tí tað gekk verri og verri hjá skipunum fíggjarliga, og bankarnir fingu pant í veiðuloyvunum og vildu ikki av aftur við loyvini, tí skipini høvdu einki virði. Hetta gjørdi at tað vóru fleiri ár har eingin slapp framat at fiska havtasku í Føroyum. Longu í 2010 vóru teir á Nevinum yviri í Íslandi og kannaðu møguleikarnar fyri at stovna virkið har, men av tí at Eydnar er varin av lyndið so byrjaði virkið í Íslandi ikki fyrr enn á sumri í 2012 tá ið bátarnir í Føroyum fóru á húsagang.

Veitingartrygd, fraktloysnir, vøruúrval

Líka síðan Nevið byrjaði, hevur verið arbeitt við at byggja eitt netverk upp, og í dag hevur Nevið hvørja viku eini 60 sendingar til kundar í Svøríki, Týsklandi, Hollandi, Belgien, Luxemburg, Sveits, Eysturríki, Frankaríki og Spanien. Allur fiskurin sum Nevið selur verður fluttur við skipið og flogfarið til BlueWater í Padborg og til eina flutningsfyritøku í Hollandi, sum so flytur vørurnar víðari til kundarnar. Tað er sera umráðandi, at vøruflutningurin er støðugur, soleiðis at tað altíð ber til hjá kundunum at fáa ta vøruna, sum teir vilja keypa – tað ber ikki til at siga, at ein vøra ikki er at fáa orsaka av veðrinum í Føroyum, tað skilur ein maður í Wien ikki. Tí verður Ísland brúkt sum ein ventilur soleiðis, at um tað er ringt veður í Føroyum so fer meira vøra ígjøgnum Ísland og øvugt. Og um ein vøra er ov dýr á føroyska fiskamarknaðinum, so er hon kanska bíligari í Íslandi og tá verður meir keypt har.

Kundarnir hjá Nevinum vilja hava góðan fisk og eitt broytt vøruúrval at velja ímillum. Verðin er nógv broytt síðstu árini, fólk ferðast meir og dáma væl at royna okkurt nýtt – so teir kundarnir sum plagdu at keypa 300 kg. av havtasku, teir keypa enn 300 kg av fiski, men nú er tað ein blandingur av havtasku, toski, kongafiski og so víðari. Hvørja viku verður eitt tilboð sent út til kundarnar – tilboðið er ein listi við ymisku fiskavørunum, so sum heil havtaska, havtaskusporl við og uttan uggar í ymiskum støddum, havtasku kjálkar og havtasku fløk. Tað sama verður gjørt við øll hini fiskasløgini t.d. við tosk og kongafisk sum verður seldur heilur blankur við og uttan høvd, fløk, loins og sporl í ymiskum støddum við og uttan skræðu og so víðari. Nevið selur eisini aðrar útlendskar vørður, sum eitt nú danskan hummara.

Nevið keypir og framleiðir fisk frá bátunum uttan at eiga bátarnar – keypt verður eisini frá virkjum, t.d. frá Kósini og Origin – fiskasløg, sum bátarnir og virkini ikki framleiða so sum kongafisk, havtasku og steinbít, keypir Nevið og virðisøkir soleiðis tann fiskin sum virkini ”ikki skoyta um”. Málið hjá Nevinum er at vera við allan vegin frá fyrsta liðnum og heilt út til endabrúkaran. Tað er bara ein møguleiki at koma eitt stig afturat, og tað er við at keypa smærri heilsølur. Sum dømi uppá kundar nevndi Eydnar grikskar heilsølur, sum liggja í Týsklandi og sum selja nógv kjøt, vín og fisk. Nevið kemur inn við fiskapartinum hjá teimum, so at heilsølurnar hava eitt fjølbroytt úrval at bjóða kundum sínum.

MSC og góðkenningar

Nevið er ein MSC góðkend fyritøka, og er eisini partur av tí sum eitur Iceland Responsible Fisheries. Tað eru fáir av kundunum hjá Nevinum sum krevja eina MSC góðkenning, men nakrir av størru kundunum sum selja til handilsketur krevja tað, tí handilsketurnar keypa helst fisk, sum hevur eina góðkenning – orsøkin til hetta er, at handilsketurnar vilja ikki koma í ringt orð og vilja tí hava eitt stempul at vísa fram fyri at kunna vísa á at fiskurin er veiddur burðardygt. Tað er dýrt at vera MSC góðkent virkið, Nevið rindar 100.000 kr. um árið fyri góðkenningina – hetta heldur Eydnar lítið um, hann heldur at hesin peningurin skuldi heldur ligið eftir hjá sjómonnunum. Hann segði eisini at hann helt at Føroyar, Ísland og Noreg heldur skuldu sagt at vit eru ikki ein partur av MSC, vit veiða burardygt, og vit hava lógarreguleraðan fiskiskap, so tí kemur einki uppá land sum ikki er lógligt.