EVF

Á vinnutinginum 6. mai 2022 byrjaði Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip, sína framløgu við at takka Runavíkar kommunu, Runavíkar Havn og vinnulívinum á staðnum fyri góðu móttøkuna, sum Samskip hevur fingið síðan fyritøkan flutti til Runavíkar í 2020.

Sjúrður greiddi síðani frá um Samskip og um tær avbjóðingar sum hava verið í altjóða flutningi síðstu árini.

Um Samskip

Samskip er upprunaliga eitt co-operativ, eitt samstarv av fyritøkum sum bleiv stovnað í Íslandi í 1943 og fór undir at reka flutningsfelagið Samband Line. Í 1991 bleiv felagið privatiserað og fekk navnið Samskip. Samskip kom til Føroyar í 2004. Felagið hevur verið í støðugum vøkstri og serliga síðan 2003 er felagið vaksið við uppkeypi av ymiskum feløgum, so sum smærri reiðaríum, land flutningsfeløgum, tok flutningsfeløgum og frystigoymslum. Í 2017 keypti Samskip Nor Lines sum dekkar alt Norra og í 2021 bleiv eitt lítið reiðarí, sum hevur trý bingjuskip siglandi í Baltikum, keypt.

Felagið er eitt multimodalfelag, við tað at tað hevur skip, tok, bilar og smærri skip sum sigla á áum. Áleið 1500 fólk eru í starvið hjá Samskip, sum eigur 25 skip og hevur 35 skrivstovur í 24 londum.

Sjúrður vísti farmaleiðirnar hjá Samskip, sum dekka tað allarmesta av Europa, sí myndina niðanfyri. Í høvuðsheitum verða egin aktiv brúkt til flutningin, egnir bátar, egnir bilar og egin tok. Høvuðsskrivstovan er í Hollandi og hevur Samskip ein tok terminal í Duisburg í Týsklandi uppá 140.000 fermetrar, har er koyrandi til Rotterdam, niður til Italia, eystureftir og norðureftir til Danmark og Svøríki.

Farmaleiðirnar hjá Samskip. Mynd: Samskip

Í Norðuratlantshavi eru fýra skip í løtuni, tvey av teimum sigla á Føroyar, Arnarfell og Halgafell, sum bæði eru skrásett í FAS. Tey sigla Reykjavík, Vestmannaoyggjar, Runavík, Rotterdam, Cuxhaven, Varberg, Århus og so norð aftur. Harafturat eru tvey skip sum sigla runt Ísland og so niður til Ongland og Holland – tey koma ikki til Føroyar sum nú er. Í Føroyum er Samskip bæði í Runavíkar- og Tórshavnar kommunu. Í Kollafirði er ein goymsla á uml. 7000 tons við einum árligum inntakið á uml. 100.000 tons, sum svingar í mun til fiskiskap og kvotur – tað mesta er pelagiskur fiskur, men eisini fiskur frá línuskipum, trolarum og heilsølum. Í Saltangará er kjarnuvirksemið hjá felagnum sum er bingjuflutningur, har er terminalur á 14.000 fermetrar, eitt lítið pakkhús umframt at umsitingin er har.

 

Fløskuhálsar og avbjóðingar í altjóða flutningi eftir Covid-19

So hvørt sum alheimsgerðin er vaksin er vøruflutningurin millum lond eisini øktur nógv, tí vørur verða vanliga framleiddar har ið tað eru kappingarfyrimunir at framleiða tær. Reiðaríini hava í stóran mun fylgt við og bygt fleiri og størri skip, men tað er ikki altíð at havnirnar hava megna at fylgt við – tað sum verður kalla “hinterland” - tok, bilar og annað sum tekur sær av flutninginum frá havnunum og víðari. Síðani Covid-19 hava avbjóðingarnar verið stórar tá tað kemur til pláss og útgerð.

Tað er serliga innan deepsea flutning at avbjóðingarnar hava verið og eru stórar, tað vil siga tá tað kemur til flutning hjá teimum stóru reiðaríunum millum heimspartar. Eitt orð ið hevur verið sera nógv at hoyrt innanfyri shipping í seinastuni er enska orðið “congestion” sum sambært Sprotanum merkir: blóðsprongd, ovfylling, trongd ella tøppur. Hetta er nakað sum tað hevur verið øgiliga nógv av í síðstuni, yvirfyltum havnum og terminalum – og førir hetta til príshækkingar og seinkingar.

Niðanfyri er ein mynd sum Sjúrður vísti okkum, og sum hevur verið nógv at sæð í seinastuni – skip liggja og bíða at koma inn og terminalurin er meira ella minnið fullur. Hetta skapar øgiligar útreiðslur, tí tá ið skipið er seinkað, skal tað seta eyka nógva fer á fyri at fanga tíðarætlanina aftur, við hartil hækkandi oljuútreiðslum. Bilar bíða nógv longri eftir bingjunum og framleiðslan steðgar upp. Harumframt verður bingjuleiga goldin av deepsea bingjum, hesin prísur er gjarna omanfyri USD 100 um dagin fyri hvørja bingju aftaná avtalaðar frídagar. Vegna proppar og seinkingar, kemur kundin at rinda stóran eykakostnað, tí hann ikki fær leverað bingjuna aftur til avtalaða tíð.

Nógv skip liggja og bíða eftir at sleppa at skipa av. Mynd: Samskip

Minkandi kapasitetur hóast øktur eftirspurningur

Bingjukapasiteturin á heimsmarknaðinum verður gjørdur upp í mió TEU - 1 TEU er ein 20 fót bingja. Hvørt ár tá Kinesiska nýggjárið er lækkar bingjukapasiteturin við áleið ½ mió TEU, tí tá fara kinverjar í feriu.

Tá kinesiska nýggjárið var í 2020 tá lat tað mesta av vesturheiminum aftur vegna Covid-19, eitt fall sum kom uppaftur, men fór niður aftur vegna “congestion” - ovfyltum havnum. Bingjukapasiteturin fór frá 20 mió TEU niður á áleið 18 mió TEU. Bingjuskipið Ever Given sum stóð fast í Suez kanalini, og tann strangi politikkurin í Kina, vóru orsøkir til minkandi kapasitetin. Í Kina var tað soleiðis, at um ein havnaarbeiðari fekk Covid-19, so lat øll havnin aftur - og Kina hevur øgiliga stórar havnir. Ultimo 2021, tá var bingjukapasiteturin niðri á 16 mió TEU, hóast eftirspurningurin eftir vørum var nógv øktur.

Broytt nýtslumynstur

Í USA øktist eftirspurningurin eftir vørum og húsarhaldstólum nógv undir Covid-19, tá ið nærum øll máttu arbeiða heimanífrá, meðan upplivingarvinnan fall nógv. Tað sama var galdandi í Danmark, stórt fall í upplivingum, mentan og ein vøkstur í vørum sum verða fluttar í bingjum: klæðir, matur og innbúgv. Tað sama var uttan iva galdandi í Føroyum, sjálvt um vit vóru óalmindiliga heppin og kundu hittast nærum alla tíðina. Sjúrður segði, at tey hava starvsfelagar í Hollandi, sum ikki hava sæð hvønn annan í nærum tvey ár, tí tey hava arbeitt heimanífrá. Í mai mánaða var tað spakuliga byrja at ganga framá - í Rotterdam vóru tey tveir dagar til arbeiðis um vikuna, kanska tríggjar.

Alheims eftirspurningurin eftir vørum er øktur við áleið 3%, eftirspurningurin í Europa svingar eitt sindur og eftirspurningurin í USA er øktur við áleið 30%. Hetta ger at stóru reiðaríini tillaga seg eftirspurningin og taka skip úr linjusigling og sigla kanska heldur millum Kina og USA, tí tað gevur pengar, heldur enn millum Kina og Suður Amerika ella Kina og Vestur Amerika. Hetta fær keðiligar avleiðingar fyri fátækari lond í t.d. Afrika og Suðuramerika við tað at teirra vørustreymur er ikki nóg lukrativur, og stóru reiðaríini seta teirra skip at sigla har sum pengarnir eru.

Økti eftirspurningurin, og trýstið á havnir og “hinterland” hevur haft ein øgiligan prísvøkstur við sær. Í nógv ár fram til 2019 var prísurin sera lágur, áleið 1000 dollarar fyri eina 40 fót bingju, men á sumri í 2020 fór prísurin uppá 7000 dollarar fyri somu bingju. So reiðaríini vinna sera nógvar pengar og partur av stóru yvirskotunum hjá stóru reiðarínum verður brúktur til at uppkeypa smærri flutnings- og logistikfeløg.

Framtíðarvánir

Ikki er lætt at spáa um framtíðina, segði Sjúrður, men fyri at fáa prísin niður á eitt støðið áleið sum tað var í 2019, skal eftirspurningurin lækka, og eksternir faktorar sum Covid-19 og kríggj skulu ikki verða nøkur hóttan. Og so skulu stóru reiðaríini eisini spæla við og repositionera bingjurnar soleiðis at teir gagnnýta tann kapasitet sum er, og ikki bert hugsa um hvar teir fáa mest fyri bingjurnar. Gongur alt illa, kríggið heldur áfram og eftirspurningurin økist ella stendur í stað, so kunnu vit koma heilt fram til endan av 2024 áðrenn prísirnir lækkað aftur, tá skuldu fleiri nýbygningar verið klárir at metta marknaðin.


Sjúrður Johansen, stjóri í Samskip. Mynd: Erla W. Johannesen