EVF

Á ársaðalfundinum hjá Eysturoyar vinnulívsfelag 1. mars 2022 hevði Ólavur Ellefsen, stjóri í Tökni, eina framløgu undir yvirskriftini: Rakstur, vøkstur og nýggjar fyritøkur.

Ólavur er íverkseti og hevur roynt eina rúgvu. Okkurt er eydnast, annað er miseydnast, og við øllum royndunum hevur hann lært ein heilan hóp.

Umframt dagliga virksemið í Tökni, er hann nevndarformaður og ein av stovnarunum av KT-fyritøkuni Klintra, nevndarlimur og ein av stovnarunum av taraalifelagnum Ocean Rainforest og stýrisformaður á Fróðskaparsetrinum.

Ólavur byrjaði framløguna við at siga, at skula nýggjar vinnur taka seg upp í Føroyum, er neyðugt at leggja dent á at fáa umsetning og sølu heldur enn yvirskot beinanvegin. Ólavur segði, at hetta óivað var provokerandi at siga, men hann vildi royna at greiða frá, hví tað er so.

Smá og miðalstór virki kunnu bólkast í rakstrarfyritøkur, startup-fyritøkur og vakstrarfyritøkur.

Ein rakstrarfyritøka, hevur – samanborið við startup- og vakstrarfyritøkurnar – avmarkaðan vakstrarhug ella avmarkaðar vakstrarmøguleikar. Rakstrarfyritøkur hava vanliga prógvað seg á marknaðinum. Tær vita, hvat tær skulu gera og hvør kundin er. Rakstrarfyritøkan er á einum minni marknaði ella á heimamarknaðinum og hon leggur dent á yvirskot og at rinda vinningsbýti til partaeigararnar. Rakstrarfyritøkan hevur lætt við at fáa bankafígging, tí har er yvirskot og har er nakað at koma eftir. Rakstrarfyritøkan kann koyra, so longi hon ynskir, um hon dugir at laga seg til marknaðin.

Startup- og vakstrarfyritøkur hava hinvegin tað til felags, at tær hava eina stóra tráan eftir at vaksa og at tær hava stórar vakstrarmøguleikar. Munurin milum tær er, at startup-fyritøkurnar hava ikki prógvað seg á marknaðinum enn. Tær eru leitandi og gera alskyns tillagingar til tær hava funnið rætta frymilin. Tástani eru tær klárar at vaksa og kunnu kallast vakstrarfyritøkur.

Óansæð, so hava startupfyritøkur og vakstrarfyritøkur tað til felags, at tær skulu fokusera uppá umsetning og at vaksa. Tað er ikki lætt hjá hesum báðum at fáa bankafígging, og tí eru tær ofta framtaksfíggjaðar. Tær koyra uppá lánta tíð, tí pengarnir kunnu skjótt vera uppi, og váðin er stórur. 

Ólavur legði dent á, at samfelagið hevur brúk fyri bæði vakstrarfyritøkum og rakstrarfyritøkum. Men skulu vit fara frá at hava fiski- og alivinnunurnar sum einaráðandi útflutningsvinnurnar í Føroyum til størri fjølbroytni við øðrum munagóðum og stórum vinnum, mugu vakstrarfyritøkur til.

Startup-fyritøkur hava mangar avbjóðingar:

1.    Tað tekur tíð at menna vøruna ella tænastuna.

2.    Kundarnir dáma allarhelst ikki fyrstu útgávuna av vøruni/tænastuni, so hon má tillagast.

3.    Handilsleisturin má tillagast, áðrenn farið verður undir tann stóra vøksturin.

Um dentur beinanvegin verður lagdur á yvirskot, so er vandi fyri at fyritøkan hevur ein handilsleist, sum ikki kann skalerast upp.

Ein myndil fyri hetta fyribrigdið er Start-up J-kurvan, sum er ein tilgongd í seks stigum. Myndilin vísir, hvørji stig ein startup-fyritøka skal ígjøgnum fyri at blíva ein vakstrarfyritøka og heysta vinningin.

Tey seks stigini eru:

1.    Menn fyrstu útgávuna av vøruni/tænastuni

2.    Ger vøruna/tænastuna tøka og lurta eftir afturmeldingunum

3.    Broyt vøruna/tænastuna so hon passar til marknaðin

4.    Optimera handilsleistin

5.    Skalera upp

6.    Heysta vinningin

Neyðugt er at fara ígjøgnum øll stigini og høvuðsboðskapurin er: bíða við ágangandi vøkstri til fyritøkan hevur funnið rætta handilsleistin.

Ólavur greiddi víðari frá nøkrum feilum, hann sjálvur hevur lært av. Millum annað legði hann dent á, at tað hevur týdning, at íverksetararnir varðveita ein stóran ognarpart eisini eftir at nógvur peningur er settur í vakstrarfeløgini, og at tað er altavgerandi at hugsa um ein altjóða marknað beinan vegin.

At enda nevndi Ólavur nøkur átøk, sum kunnu fremjast frá samfelagsins síðu fyri at økja um vøkstur og fremja nýggjar høvuðsvinnur.

·       Stimbra íverksetanarhugin í skúlanum

·       Stimbra altjóða netverk

·       Betra fíggingarmøguleikar til startup- og vakstrarfyritøkur

·       Geva skattligir fyrimunir. Hyggja vit eftir grannalondunum, so fáa tey endurgoldið kostnaðin av menningararbeiði og íleggjarar hava skattligar fyrimunir.

·       Styrkja undirstøðukervið, serliga tað tøkniliga

·       Útbúgva og tiltrekkja fleiri háútbúgvin fólk til Føroya

·       Økja um gransking og menning

Í hesum sambandinum vísti Ólavur á, at samstarv millum vinnuna og Fróðskaparsetrið um útbúgving, gransking og menning er alneyðugt. Tað gevur vitan, vælútbúgvin starvsfólk og samband við altjóða nýskapanarumhvørvið.

Ólavur Ellefsen endaði við at skjóta upp at seta sær sum mál at skapa Føroya fyrsta einhyrning. Ein einhyrningur í íverksetarahøpi er ein fyritøka, sum er verd meir enn eina milliard dollarar og sum ikki er børsskrásett.

Óansæð, so sær Ólavur tað sum sína uppgávu at byggja upp virkir og stovnar, sum kunnu styrkja um føroyska samfelagið og gera heimin betri at liva í.