EVF

Fríggjadagin 6. oktober var Vinnuting hildið á nýggja virkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum. Á leið 45 luttakarar møttu til tiltakið.

Á skránni vóru tveir fyrilestrar sum báðir tóku støði í Bakkafrost sum fyritøku. Regin Jacobsen, stjóri greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrost og eitt sindur um føroyska alivinnu sum heild. Og Guðrun Olsen, HR-leiðari greiddi frá starvsfólkapolitikkinum hjá Bakkafrost.

Á Bakkafrost arbeiða umleið 850 fólk og tey framleiða hávirðisvørur av hægstu góðsku. Bakkafrost stýrir allari virðisketuni frá egnari framleiðslu av fiskamjøli, -lýsi og -fóðri til sølu og marknaðarføring av lidnum VAP-vørum.

Sambært Regini so er strategiin hjá Bakkafrost at fáa meira burturúr teimum vørunum sum tey framleiða við at meirvirka tær. Hann segði at heilur laksur fer altíð at verða ein týðandi partur av framleiðsluni, men marknaðurin fer eisini at flyta seg meira til lidnar vørur og møguliga eisini dýrari vørur, so at meira kann fáast fyri hvørt kilo sum verður framleitt. Bakkafrost fer væntandi at brúka nøkur av teimum virkjunum sum nú liggja tóm sum part av hesi virðisskapanini. So frá at hava selt mest til industriellar kundar, sum hava keypt heilan fisk til at framleiða eina lidna vøru burturúr, so er ætlanin at framleiða fleiri “ready to eat” vørur í framtíðini.

Tað, sum Bakkafrost differentierar seg uppá, er smakkurin. Uppá innihaldið í fiskinum, tað sum laksurin etur. Ein føroyskur laksur etur fóður sum inniheldur upp ímóti 50% av fiski, ímeðan ein norskur laksur etur fóður sum inniheldur omanfyri 80% av plantirávørum, soya, mais osv. Tað ger stóran mun á vøruna, man smakkar, sær og følir mun. Sambært Regini so er ein laksur sum hevur etið fiskaráðvørur sunnari, hann hevur hægri innihald av Omega3 og ymiskum marinum rávørðum sum eru sunnar fyri okkum menniskju at eta.

Hetta er fakta, men eisini ein góð søga og fólk elska góðar søgur, segði Regin. Tá man situr og etur á einari matstovu og samstundis kann fáa eina góða søgu, um tað sum man etur, so vil man eisini gjalda meira fyri matin. Hjá Bakkafrost hevur tað eydnast at fáa kundarnar at gjalda eyka fyri hesa góðu søguna og ger tað at Bakkafrost kann differentiera seg í mun til hini á marknaðinum. Bakkafrost fer ongantíð at framleiða meir enn áleið 3% av laksinum í heiminum, men tey framleiða til teir kræsnu gómarnar, tey sum vilja keypa nakað eyka.

Kundin hevur altíð rætt, sambært Regini, og má Bakkafrost tí flyta seg við kundunum - lurta eftir hvat teir siga og tillaga seg eftir tí. Umheimurin spyr meir og meir eftir burðardygd, og er tað ein gongd sum vit í Føroyum mugu fyrihalda okkum meira til - at svarað uppá teir spurningar, sum marknaðurin spyr eftir á tí økinum. Hetta er nakað sum Bakkafrost hugsar nógv um og hevur ætlanir um at gera meir við í framtíðini. Við nýggja virkinum á Glyvrum eru nøkur átøk sum koyra tann vegin - eisini har snýr tað seg nógv um “storytelling”, at hava søgur at fortelja umheiminum.

Ein góð søga hjá Bakkafrost er, at tá tey framleiða flamingokassar, so verður spillorkan frá framleiðsluni brúkt til at hita bygningin har fyrisitingin situr og tað vatnið sum verður vaska við um náttina. Í bygninginum er ein orkumiðstøð hvar ið tey hava upp til 100 tons av vatnið, sum verður hita upp til einar 60-70 gradir. Vatnið verður hita av spillorkuni av kassaframleiðsluni og spillorkuni frá lufttrýst- og frystikompressarum.

Gongdin í føroyskari alivinnu hevur verið sera góð tey síðstu árini. Og sambært Regini so eru tað serliga trý lyklatøl man hyggur eftir í aling. Tey eru úrtøka pr. útsett smolt, t.e. hvussu nógv klára vit at slakta fyri hvørt smolt sum vit seta á sjógv. Har hava vit í Føroyum ligið upp ímóti 5 kg, ímeðan aðrastaðni liggja teir kanska frá trimum upp til 3,7 kg. Eitt annað týðandi lyklatal er miðaltalvektin av fiskinum sum verður tikin. Har hava vit í Føroyum eina miðalvekt uppá 6 kg. í rundari vekt, meðan hinir liggja millum 4 og 4 ½ kg. Tað er nakað, sum vit kunnu differientiera okkum uppá, og harvið hava nakrar kundar fyri okkum sjálvi, sum sjálvandi er gott. Triðja lyklatalið er felli, meira fiskur doyr, verri verður úrslitið. Allir hesir kappingarfyrimunirnir hava verið støðugir yvir longri tíð sambært Regini.

Til seinast segði Regin, at um vit samanbera tey børsskrásettu feløgini tey síðstu 4 árini, so er tað heilt týðiligt at tað gevur nakað eyka at hava eina langa virðisketu – tað at framleiða mjøl, lýsi, fóður, smolt, at hava egnar brunnbátar, egna kryvjing, marknaðarføring og sølu. Tað hevur gjørt at Bakkafrost tjenar 30 kr. pr. kg. tá ið aðrir tjena millum 15 og 20 kr. pr. kg.

Aftaná framløguna hjá Regini Jacobsen greiddi Guðrun Olsen, HR-leiðari hjá Bakkafrost, frá hvat ið arbeiði hjá starvsfólkadeildini umfatar. Hon segði at 11 fólk arbeiða í HR og fyrisitingardeildini og at deildin byggir á tríggjar súlur sum eru fyrisiting, lønar- og starvsfólkamál og HR-menning og samskiftið.

Tað eru øll sløg av fólkum sum arbeiða hjá Bakkfrost. Har eru fólk sum eru komin beint úr 7. flokki, fólk við miðallangum og langum útbúgvingum, og so er eisini onkur sum hevur skriva eina PHD. So fyritøkan fevnir ógvuliga breitt og tað er eitt stórt margfeldni í hópinum, segði Guðrun.

Guðrun kom eisini inn á hvar í landinum starvsfólkini hjá Bakkafrost búgva. Í 2016 búðu starvsfólkini í 23 av 29 kommunum í Føroyum. Flest fólk búðu í Runavíkar kommunu, síðan kom Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar kommuna og kanska eitt sindur óvænta var Tórshavnar kommuna á fjóra plássið. Hetta komst nokk av alingini í Sundalagnum, segði Guðrun. Prosentvís so búðu flest fólk í Fuglafjarðar-, Viðareiðis- og Hvannasunds kommunum.

Sambært Guðuruni so er starvsfólkapolitikkur ella HR-politikkur, sum tað eisini verður nevnt: “tey yvirskipaðu prinsippini og tær operativu rætningslinjurnar sum eru grundarlag fyri at kunna stýra tí menniskjaliga tilfeinginum í einari fyritøku”. Tað eru nakrar rætningslinjur sum eru skrivligar og sum eru galdandi fyri øll. Bakkafrost er ein samanrenning av nógvum ymiskum fyritøkum og tí eisini fleiri ymiskum virkismentanum. Tí var mett at tað var brúk fyri at skapa ein felags platform fyri øll hesi starvsfólkini – at finna fram til hvat í samleikin hjá Bakkafrost skuldi verða. Hesin samleikin er orðaður í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost samtakinum og sigur at Bakkafrost í øllum virksemið vil vera eyðkent fyri at vera ábyrgdarfult, fyri at vísa virðing og fyri at starvsfólkini eru  íðin, effektiv og framsøkin. HR-strategiin er orða soleiðis: “At vit ynskja at skapa eitt áhugavert arbeiðspláss við rúm fyri ymiskleika til tess at finna fram til bestu loysnirnar”. Stremba verður eftir at skapa eina sunna og mennandi virkismentan, har virðing fyri tí einstaka er hornasteinurin og tann einstaki skal kenna seg tiknan við uppá ráð. Sum ítøkiligt dømi uppá hetta síðsta nevndi Guðrun at tað saktans kann vera onkur sum stendur við linjuna á góðskingarvirkinum á Glyvrum, sum hevur sæð nakrar samanhangir sum hann ella hon hevur eina loysn uppá, sum leiðslan so lurtar eftir og tekur til eftirtektar um tey meta at tað er hóskandi.

Tað kann vera avbjóðandi at fáa kjølfest ein slíkan politikk í einum starvsfólkahópi. Tað sum tey gjørdu á Bakkafrost tá ið politikkurin var orðaður, var at, leiðararnir í samtakinum og Regin fóru á eitt innanhýsis “Roadshow”, t.e.. at teir fóru út at vitja øll feløg og allar eindir og greiddu frá arbeiðinum sum var gjørt og greiddu frá virkis- og virðisgrundarlagnum í samtakinum. Afturat hesum so er málið at  HR-politikkurin skal blíva ein integreraður partur av dagligdegnum, t.e. at hann verður brúktur sum ein ramma og sum ein vegleiðing, bæði til leiðarar og starvsfólk. Tá fólk koma í starv hjá Bakkafrost fáa tey ein innleiðslupakka og eina starvsfólkahondbók har allir politikkirnir hjá fyritøkuni eru við. Hetta verður eisini formidla á intranetinum hjá fyritøkuni. Afturat hesum er á hvørjum ári ein virkisdagur, sum samlar øll starvsfólkini í samtakinum, tá tekur Regin altíð tað yvirskipaðu HR-strategiina ígjøgnum og minnir á hvat Bakkafrost stendur fyri.

Aftaná áhugaverdu framløgurnar vístu Regin Jacobsen og Kári E. Jacobsen okkum runt á nýggja virkinum á Glyvrum.

Næsta Vinnuting verður 17. november, nærri kunning um hetta seinni.