EVF

Fiskivinnunýskipanin var evnið á árliga EVF fundinum, sum var hóskvøldið 21. september í Løkshøll í Runavík. At greiða frá um evnið høvdu vit fingið Høgna Hoydal, landsstýrismann, Stefan í Skorini, stjóra í Reiðarafelagnum og Rógva Ólavson, samfelagsfrøðing. Og til at stýra kjakinum eftir framløgurnar Jón Brian Hvidtfeldt.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstrjóri í Runavíkar kommunu, bjóðaði vælkomin. Hann legði dent á í síni vælkomstrøðu hvussu stór uppgáva tað er, politiskt at skulu møblera fiskivinnuna av nýggjum í Fiskivinnunýskipanini.

Høgni Hoydal greiddi frá søguligu gongdini í fiskivinnuni og gjøgnumgekk høvuðslutirnar í Nýskipanaruppskotinum. Hann vísti á nógv hagtøl sum vístu hvussu fiskastovnarnir hava verið og eru fyri. Høgni royndi at sannføra fjøldina um, at einans kvotur omanfyri tað, sum feløgini hava í dag, skulu bjóðast út. Somuleiðis segði hann at nýggj rættindi skulu bjóðast út alment. Komið var eisini inn á menningarkvotur, og hvørjar treytir skulu vera uppfyltar, fyri at fáa fatur á teimum.

Stefan í Skorini vísti á fyrimunir og vansar við einum almennum fiskivinnumarknaði. Hann vísti á at lond sum hava roynt líknandi skipanir hava haft ringar royndir av teimum. Til uppiboðssølurnar sum hava verið, hevur tað í summum førum kosta meira at fáa fatur á fiskinum, enn hann er avreiddur fyri. Stefan vísti eisini á at einki nýtt skip er bygt í flotanum síðan veiðuloyvini blivu inndrigin fyri 10 árum síðani – tó eru nøkur gomul skip komin í flotan. Hann metti eisini at Fiskivinnunýskipanin hevur størri fokus á veidda nøgd enn góðsku. Tað sum vinnan ynskir sambært Stefani er, at hava tryggar karmar og at kunna langtíðarplanleggja, vinnan vil tí heldur hava tilfeingisgjald enn uppboðssølu.

Rógvi Ólavson hevði eina aðra tilgongd til Fiskivinnunýskipanina enn Høgni Hoydal og Stefan í Skorini. Høvuðsboðskapurin hjá Rógva Ólavsyni var at fiskivinna, og kanska serliga fiskiskapur, sær øðrvísi út um hann verður pettaður sundur í ymiskar upplivingar, sum hava gjørt seg galdandi søguliga og sum enn gera seg galdandi. Allar hesar upplivingarnar hava verið gjøgnum eina langa menning og hava tí uppiborið virðing sambært honum. Rógvi kom inn á seks ymiskar upplivingar av fiskiskapi í Føroyum. Upplivingarnar kallaði hann fyri Inniløgu-, Vinnuligur-, Episkur-, Samfelagsbúskaparligur-, Lívfrøðiligur- og Løgfrøðiligur fiskiskapur. Til ber ikki at gjøgnumganga allar upplivingarnar her, men Episki fiskiskapurin var serliga áhugaverdur. Tað sum Rógvi tók fram her var at mennirnir sum fóru til fiskiskap vóru viðfarnir sum hetjur, fólk vóru kedd tá teir fóru avstað og ómetaliga glað tá teir komu heim aftur í øllum góðum. Sambært Rógva so samanbar Jørgen Frantz Jacobsen í 1928 fiskiskap í Føroyum við kríggj í øðrum londum, tí tá menn fóru til skips hevði restin av familjuni í húsarhaldinum størri ábyrgd, júst sum tá menn fóru í kríggj í øðrum londum.

Fiskiskapur er ein inngrógvin partur av okkara samleika og mentan – vit syngja sangir sum Sildavalsin, í góðum veðrið hann dyrgdi og vit hava óteljaandi sjómansrímur, yrkingar, skaldsøgur og stuttsøgur um fiskiskap. Hetta ger eisini at fiskivinnan er so torfør at hava við at gera politiskt og at kakið til tíðir blívur ógvusligt. Fiskivinnan hevur stóran týdning í Føroyum, men sambært Rógva so er tað umráðandi ikki at yvirmeta týdningin og harvið taka skilaleysar avgerðir. Harafturímóti má støða til tíðir takast út frá kyniskum útrokningum.

Eftir framløgurnar var gott og siðiligt kjak við spurningum úr salinum. Hesum kjakið stýrdi Jón Brian Hvidtfeldt hegnisliga.

EVF ynskir at takka Runavíkar kommunu, ið hýsti tiltakinum; Takk til Tórbjørn Jacobsen sum bjóðaði vælkomin og til Runavíkar kommunu fyri góðan mat í steðginum; Takk til Høgna Hoydal, Stefan í Skorini og Rógva Ólavson fyri upplýsandi fyrilestrar; Jón Brian Hvidtfeldt fyri góða stýring av kjakinum og teimum møttu fyri teirra luttøku og íkast til kjakið aftaná fyrilestrarnar. Næsta tiltak verður Vinnuting á Bakkafrost 6. oktober, sí nærri kunning her.