EVF

Árligi EVF fundurin verður týskvøldið 19. september í Bygdarhúsinum á Strondum.

Sera nógv hevur verið tosa um Fiskivinnunýskipanina hetta síðsta árið, tí metti nevndin í Eysturoyar Vinnulívsfelag at Fiskivinnunýskipanin er eitt áhugavert evni at viðgera á Vinnufundinum í ár.

Á skránni verða tvær framløgur, onnur sær uppá nýskipanina frá reiðarans sjónarhorni, ímeðan hin setur spurning við hvat vit í veruleikanum vita við vissu, tá tað kemur til nýskipanina. Eftir framløgurnar verður eitt kjak um evnið - hetta verður allarhelst sera áhugavert.