EVF

Fríggjadagin 27. mai varð Vinnuting hildi í hølunum hjá Tryggingarfelag Føroya í Saltangará. Áleið 25 luttakarar møttu til tiltakið.

Á skránni var fyrst ein fyrilestur har Henry Olsen, deildarstjóri, greiddi frá  tryggingarvirkseminum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar sum heild, og Selinda í Heiðunum, vinnukundaráðgevi greiddi frá trygging í samband við stórar verkætlanir. 

Eyðun Petersen, tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu hevði síðan ein fyrilestur har heiti var ”Stórar verkætlanir – eru fyritøkurnar í Eysturoynni kappingarførar?”

Eyðun tosaði um ymiskar útbjóðingar hættir - td. almenn, innboðin, undirhonds boð o.s.fr., eisini vísti Eyðun á týdningin av, at tað altíð er sjálv verkætlanin, sum er høvuðsfokus, tvs. at tað mugu vera fyritøkur sum megna at lyfta verkætlanini, sum fáa arbeiði.

Eyðun vísti á, at tað er stórur munur á lívsstílinum tá talan er um eina lítla fyritøku, í mun til at vera partur av eini størri fyritøku. Tær smáu fyritøkurnar trívast ofta í tí fyrifallandi arbeiðinum, sum ikki bindur tær í ár framyvir. Víðari er tað eisini nógv umsiting í eini stórari fyritøku, sum nógvar smáar fyritøkur helst eru glaðar fyri at sleppa undan. Eyðun helt tað vera týdningarmikið at stimbra smáu fyritøkurnar soleiðis, at tær eisini sleppa at bjóða uppá størri verkætlanir, tó so at umsitingin av verkætlanini ikki liggur á útbjóðaranum av verkætlanini.

Í kjakinum eftir framløguna, gjørdu luttakararnir m.a. vart við, at teirra áskoðan var, at tað er umráðandi at koma burturúr at arbeiðir bert vera bjóða út ”lokalt”, og at tað er ein fyrimurur fyri allar partar, um handverkarar arbeiða meiri saman enn higartil, soleiðis kann eisini sleppast undan at stóru fyritøkurnar mugu skaffa arbeiðsmegi uttanlands. 

Tað verður áhugavert at fylgja kjakinum um hetta evnið framyvir.