EVF

Eftir aðalfundin hjá EVF, ið var hildin í hølunum hjá Teymavirkinum í Søldarfirði 10. feb 2016 vóru tvær framløgur. Tann fyrra við Leivuri Persson frá Arbeiðseftirlitinum og seinnu framløguna hevði Rúni Berg um virksemi hjá Teymavirkinum. Ein samandráttur av framløgunum er at síggja niðanfyri.

“Trygd á arbeiðsplássinum” v/Leivuri Persson, leiðara á Arbeiðseftirlitinum.

Leivur greiddi frá hvørjar uppgávur liggja hjá Arbeiðseftirlitinum, sum nú hoyrir undir Samferðslumálaráði og ikki Vinnumálaráði, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan annars hoyrir undir.

Tá Arbeiðseftirlitið er á eftirlit hjá ymiskum fyritøkum, er bílæti sum heild, at ov lítil tíð verður brúkt uppá trygdar arbeiði, serliga sæst hetta hjá teimum smærri fyritøkunum. Tó so er støði á arbeiðstrygd á føroyska marknaðinum batna seinastu árini.

Spurt var um nær eitt arbeiðsóhapp skal fráboðast til arbeiðseftirlitið? Leivur vísti til Kunngerð nr. 14 frá 24. januar 1990 um fráboðan frá arbeiðsvanlukkum § 1.  har tað stendur at arbeiðsgevarin hevur skyldu til skjótast gjørligt og í seinasta lagi 9. dagin eftir fyrsta fráverudag hins skadda at fráboða arbeiðsvanlukkur, sum hendar eru av arbeiði, um so er, at vanlukkan hevur havt við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Víst var á, at fleiri av teimum størri fyritøkunum hava trygdarbólkar, og skráseta óhapp v.m. í skipanum sum HSEQ skipanini. Heitt var á Arbeiðseftirlitið at hava eftirlit við hesum skrásetingum.

Leivur endaði við at heita á fólk um at ringja um spurningar vóru um eitthvørt sum hevur við arbeiðastrygd at gera, grunda á, at Arbeiðseftirlitið umframt at verða ein eftirlits stovnur eisini er ein ráðgevandi stovnur.

“Søga og ætlanir hjá Berglon” v/Rúna Berg, stjóra

Rúni greiddi frá hvussu Teymavirkið hevur ment seg frá eini litlari kjallarafyritøku til eina sera spennandi fyritøku, har nærum øll framleiðslan nú er í Qingdao í Kina. Vøran verður seld til lond runt allan heimin og eru avtalur gjørdar við fleiri nýggj lond í 2016. Greitt varð frá, at Teymavirkið hevur ment nýtt slag av svøvlum sum kundar eftirspyrja serliga til “sportfiskarí” avtalað er við at koma í lag við ein stóra ketu í USA um sølu.
Teymavirkið hevur í núverandi løtu 70 ársverk í Kina, ímeðan 2 ársverk eru í virkinum í Søldafirði.