EVF

Vinnulívið skal tilvenjast!

Evnið á árliga EVF fundinum, sum var hóskvøldið 19. mars, var: “Hoyvíkssáttmálin – Íslendski marknaðurin er opin!”. At greiða frá um evni høvdu vit fingið Áka Johansen og Páll Holm Johannesen frá Løgmansskrivstovuni og Janus Thomsen stjóra á Trygd.

Áki og Páll greiddu frá at Hoyvíkssáttmálin hevði sum endamál at skapa eitt felags búskaparligt øki í millum Føroyar og Ísland, ið ikki skuldi gera mun vegna tjóðskap, vinnustað og vøruuppruna. Man hevur síðani funnið 3 ójavnar í sáttmálanum:

  1. 1.    Hoyvíkssáttmálin er í gildi sum ein løgtingslóg í Føroyum, men ein samtykt í Altinginum.
  2. 2.    Sum partur av EFTA, krevur Ísland at matvørur skulu fylgja krøvum frá ES. Matvørur framleiddar í Føroyum, eitt nú búnaðarvørum, eru ikki ES góðkendar. Sostatt er ein ójavni standardinum, ið Ísland og Føroyum.
  3. 3.    Føroyar útflyta einstáttaðar vørur til Íslands, meðan Ísland innflytur størri úrval av vørum til Føroya.

Páll greiddi síðani frá eftirmetingararbeiðinum hjá Rógva Olavsyni, ið hevur gjørt samrøður við 18 av 25 fyritøkum, við royndum á íslendska marknaðinum og tað vísir seg, at ongin ynskir at avtaka sáttmálan. Eitt afturvendandi svar frá eftirmetingini er, at íslendskar fyritøkur samstarva nógv meira, tá talan er um at útflyta eina vøru ella tænastu, meðan føroysku fyritøkurnar ikki samstarva. Íslendingar tykjast eisini at duga betri at føra seg fram, tá tað kemur til at selja.

Fyribils niðurstøðan vísir millum annað, at talan er um eina tilvenjingar tíð, har føroyski marknaðurin skal tilpassa seg at virka eftir strangari krøvum, og á tann hátt fara ójavnar 2 og 3 omanfyri at hvørva við tíðini. Eisini verður mælt til at seta Hoyvíkssáttmálan úr gildi sum løgtingslóg, og í staðin samtykkja hann. Niðurstøðan av eftirmetingini verður eftir ætlan klár 1. mai síðani er ætlanin at gera eina útflutningshondbók, ið væntandi verður klár 1. juni og kann verða føroyskum útflytarum at gagni.

Eftir steðgin greiddi Janus frá samstarvinum í millum íslendska felagið Vørður Tryggingar, ið, eins og Trygd, er dóttirfelag hjá BankNordik. Tá man fór inn á íslendska marknaðin varð mett, at Vørður var ein góð íløga, tí bygnaðurin í báðum feløgunum líktist - Vørður seldi tryggingar ígjøgnum landsbanka Íslands og Trygd í BankNordik, harafturat var lætt at samstarva, tí íslendingar eru ikki so formellir og minna tískil um føroyingar.

Ætlanin var at systirfeløgini kundu samstarva um: tænastur, konseptir, fíggjarstýring, KT, og marknaðarføring. Janus vísti tó á, at tryggingarfeløgini í Føroyum og Íslandi ikki bjóða sínum kundum somu konsept og tænastur, hetta kemst av at Ísland líkist  meira USA, meðan Føroyar háttar seg eftir Skandinavia. Lógarkrøv og annað hevur eisini við sær, at man í veruleikanum samstarvar mest um marknaðarføring, har tað letur seg gera.Tó vísir Janus á, at óhappstrygd og tøknitrygd eru vørur mentar í Íslandi.

Ein avbjóðing við at arbeiða í Íslandi er málið. Bert 2 av teimum 60 íslendskum starvsfólkunum samskifta á donskum – restin á enskum. Hetta ger tað trupult tí tað er munur á at skilja enskt og so at tosa tekniskt tryggingar-enskt. Harnæst er ferðasambandið ikki nøktandi, tí man í verandi løtu má millumlenda í Danmark, um man ikki ynskir at vera í Íslandi í vikuskiftinum. Samanumtikið er BankNordik nøgt við íslendsku íløguna, og hevur man megna at fingið combined ratio talið niður á 94, tað vil siga at tryggingarvirksemi er vorðið lønandi síðani BankNordik fór inn á íslendska marknaðin.

EVF ynskir at takka Eiðis kommunu, ið hýsti tiltakinum; Páll, Áka og Janusi fyri góðar og upplýsandi fyrilestrar og teimum møttu fyri teirra luttøku og íkast til kjakið aftaná fyrilestrarnar. Næsta tiltak verður Vinnuting 22. mai hjá Marine Harvest, nærri kunning um hetta kemur seinni.