EVF
Hevur tú áhuga at gerast limur í Eysturoyar Vinnulívsfelag?
Les meira um treytir og limagjaldHER
EVF skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið. Komandi tiltøk síggjast til høgru....
Øll tiltøkini í ár síggjast HER

Árligi EVF fundurin sum skuldi verða týskvøldið 19. september verður ístaðin 21. september í Løkshøll í Runavík.

Av tí at Fiskivinnunýskipanin kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum týsdagin 19. september, so hava vit valt at flyta Vinnufundin til hóskvøldið 21. september fyri at bæði Høgni Hoydal og Stefan í Skorini skulu kunna luttaka á fundinum. Skráin á fundinum verður hendan:

Vinnufundur hjá EVF í Løkshøll 21. september 2017
Kl.19.00 (stundisliga) Tórbjørn Jacobsen bjóðar vælkomin
Kl.19.10 Høgni Hoydal - "Hví er Nýskipanin loysnin fyri føroysku fiskivinnuna"
Kl.19.30 Stefan í Skorini -"Nýskipan frá reiðarans sjónarhorni"
Kl.19.50 Steðgur
Kl.20.10 Rógvi Ólavson - "Politikkur á floti: hvussu og hví fiskivinnukjakið fór av kós"
Kl.20.35 Kjak og spurningar - orðstýrari Jón Brian Hvidtfeldt
Kl.21.30 Liðugt